Sambandsflokkurin lýsir á fartelefonini

Sambandsflokkurin er farin at nýta alternativar metodur í valstríðnum. Hvørja ferð tú fært eitt sms frá heimasíðuni hjá Føroya Tele verður tú mintur á, at "Sambandsflokkurin er cool"

Mangt er í neyðini nýtt verður sagt. Ikki tí at Sambandsflokkurin er í neyð í hesum døgum, um vit skulu trúgva tí nýggjastu veljarakanningini, men flokkurin er farin at nýta ógvuliga alternativar metodur í valstríðnum.
Sambandsflokkurin hevur nevnliga keypt sær rættindini til lýsingarnar á sms-unum, sum verða send frá heimasíðuni frá Føroya Tele. Hesi munnu telja fleiri hundrað ella kanska túsund hvønn dag, og tí kemur hesin boðskapurin víða um.
Tað er kanska serliga ungdómurin, sum hvønn dag fær boð um, hvussu cool Sambandsflokkurin veruliga er. Tað eru nevniliga nógv ung, sum hvønn dag nýta heimasíðuna www.olivant.fo at senda sms til vinir og kenningar.
Sambandsflokkurin hevur mangan verið ákærdur fyri at vera ein afturhaldssinnaður flokkur, men í hesum førinum tykist hann at ganga á odda í nýskapandi valstríði.