Men tað er beinleiðis ússaligt at byggja ein flokk og ein politikk á at lúgva upp á tíni mótstøðufólk.
Í eini ótespiligari roynd at søkja sær egnan politiskan vinning burturúr lagnuni hjá óskyldugum fólki, hevur Sambandsflokkurin sent út eitt tíðindaskriv. Tað varð lisið upp í Útvarpi Føroya, sunnudagin 10. november 2002, og partar av tí endurtiknir í tíðindasending í ÚF mánamorgunin 11. november 2002.
Tíðindaskrivið setur beinleiðis lygnir á prent, sum bert kunnu hava til endamáls at skapa ótta millum fólk.
Sambandsflokkurin skrivar, ?at í 2001 vóru játtaðar 80 mió. krónur til sjúkraviðgerð uttanlands, meðan einans 60 mió. eru játtaðar á verandi fíggjarlóg.?
Hetta er beinleiðis lygn. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 vórðu játtaðar 53 mió. krónur. Síðani varð brúkt meira enn játtað og eykajáttan givin. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 vórðu játtaðar 60 mió. kr. - og nú verður við eykajáttan biðið um 20 mió. afturat.
Her er sannleikin - hvørki meir ella minni!
Síðani 1997, tá sambandsflokkurin sat í landsstýrinum - og tá allur blokkstuðulin varð brúktur - eru játtanirnar til serviðgerð uttanlands hækkaðar úr 33 mió. krónum upp í 80 mió. kr.
Sostatt er tað eisini beinleiðis lygn, tá sambandsflokkurin skrivar, ?at tey sjúku og veiku verða noydd at bera byrðarnar av politikki samgongunnar?.
Síðani vit byrjaðu at seta blokkstuðulin til viks, og eftir at vit hava minkað hann beinleiðis, eru játtanirnar til eldrarøkt, serforsorg, almannamál, sjúkrahús og heilsumál, undirvísing og gransking øktar.
Tá sambandsflokkurin brúkti allan blokkstuðulin í 1997 vórðu játtanirnar til almanna- og heilsumál ikki raðfestar høgt. Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003 - har blokkstuðulin er minkaður - hevur ongantíð verið játtað so nógv til tey sjúku og veiku:
19972003
Almannamál:
888 mió.1.254 mió.
Heilsumál:
370 mió. 546 mió.
Sostatt eru almannamálini hækkað við 366 mió. og heilsumálini við 176 mió. hesi árini, tá blokkstuðulin er settur til viks og minkaður.
Nógv er enn at fremja
Nógv er eftir at gera, áðrenn vit hava ruddað upp eftir ábyrgdarloysið í ríkisfelagsskapinum, tá landið fór á heysin við fullum blokkstuðli og milliardalánum afturat. Men raðfestingarnar hava ongantíð verið greiðari.
Undirritaði heitir á allar fjølmiðlar um at kanna sonevnt tíðindatilfar, ið kemur frá politiskum flokkum fyri beinleiðis ósannar upplýsingar- áðrenn nakað verður borið víðari.
Harundir eru upplýsingarnir í hesum skrivi sjálvandi íroknaðir. Einum og hvørjum stendur frítt at kanna, hvat er rætt og hvat er skeivt.
Verður tað ikki gjørt, eru fjølmiðlarnir við til at byggja almenna orðaskiftið á lygnir og útspilling.