Sambandsflokkurin kravdi ikki fleiri aðalstýri

Nógv hevur verið frammi hesa seinastu tíðina um kostnaðin av almennu umsitingini. Í tí sambandi hevur løgmaður ført fram, at Sambandsflokkurin undir samgongusamráðingunum í vár hevði ynski um at hækka talið av aðalstýrum.
Av tí at eg sum floksskrivari var við til allar fundirnar, sum løgmaður hevði við Sambandsflokkin undir samgongusamráðingunum, loyvi eg mær at koma við hesi rætting.

Sjálvstýrisflokkurin til sølu
Tær fáu ferðirnar, Sambandsflokkurin, sum størsti flokkur og vinnari av valinum slapp framat samráðingarborðinum, var tá roynt varð at skipa eina ABC-samgongu (millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin). Men Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu frammanundan gjørt eina avtalu, sum segði, at um annar flokkurin fór í samgongu, so skuldi hin fylgja við. Tí kundi Fólkaflokkurin ikki ganga við til eina ABC samgongu, men bara eina ABCD-. Harumframt kravdu flokkarnir, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi hava ein landsstýrismann, og at tann landsstýrismaðurin skuldi ikki telja frá í landsstýrismannakvotuni hjá Fólkaflokkinum.
Øll sum duga at rokna, vita, at um ein flokkur við einum tingmanni skal hava rætt til ein landsstýrismann, so eigur ein flokkur við átta tingmonnum at fáa átta landsstýrismenn, um rættvísi skal valda. Um hetta skuldi verið galdandi fyri allar fýra flokkarnar, sum tá sótu við samráðingarborðið, so høvdu Føroyar í hesum førinum fingið ein pakka við 23 landsstýrismonnum.
At smáir flokkar, sum eru tungan á vágskálini, ofta verða yvirumboðaðir í landsstýrinum, er ikki nakað nýtt. Men tað serliga í hesum førinum var, at Sjálvstýrisflokkurin var ikki tungan á vágskálini. Hann var í veruleikanum óneyðugur.

7.954 er meira enn 1.351
Sambandsflokkurin kravdi sjálvsagt ikki at fáa átta landsstýrismenn. Men tað mugu øll duga at skilja, at tað er ikki órímiligt, at ein flokkur við 7.954 atkvøðum fær fleiri umboð í landsstýrið enn ein, sum einans fekk 1.351 atkvøður.
Eg gangi út frá, at Tjóðveldisflokkurin, hesum viðvíkjandi, hevur havt somu støðu sum Sambandsflokkurin, tá hann sat við samráðingarborðið, tí flokkurin hevur í dag ikki færri enn 4 landsstýrismenn. Hetta er føroyskt met, men tó ikki nakað órímiligt krav, tá hugsað verður um, at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava fingið hvør sín landsstýrismann, meðan Fólkaflokkurin hevur tveir landsstýrismenn umframt løgmann.

Skattgjaldarin fekk rokningina
Vit kunnu siga hvat vit vilja um talið av landsstýrismonnum og aðalstýrum. Men vit koma helst ikki uttanum tann veruleika, at avtalan millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin var ein dýr avtala fyri føroyska skattgjaldaran. Tað er henda avtalan (sum skuldi tryggja tveimum útvaldum flokkum maktina, líkamikið hvat veljarin segði), sum er høvuðsorsøkin til at vit í dag hava heili nýggju aðalstýri.
Tí kennist tað løgið, at løgmaður nú ætlar at kanna, hví umsitingin er vorðin so dýr (hví nýggju aðalstýri kosta meira enn seks aðalstýri ??), meðan formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum sigur, at tað er týdningarmikið, at sparingar ikki verða gjørdar á hansara øki.