Hvønn dag og í heilum er okkara arbeiði at velja. Hetta er høvuðsuppgávan hjá fjølmiðlafólki, sum fæst við tíðindi og aktuelt tilfar. At velja.
Men vit velja ikki heilt tilvildarligt. Tað, sum endar á skíggjanum, hava vit valt skal á skíggjan. Ábyrgdin er altíð okkara.
Arbeiði at velja er grundleggjandi í øllum fjølmiðlaarbeiði. Og hendan rættin fara vit ongantíð sjálvboðin at siga frá okkum. Heldur finna vit okkum annað starv.
Vit velja evni, sum hava samfelagsligan týdning ? bæði fyri tann einstaka og fyri heildina. Vit velja evni, har fólk kenna seg aftur í sínum egna gerandisdegi. Vit velja evni, sum eru uppi í tíðini. Vit velja evni, sum hugtaka fólk, evni sum eru forkunnug, evni sum eru viðkomandi og so víðari og so víðari.
Men vit eru avgjørt ikki bangin fyri at skifta orð um, vit altíð velja rætt ella um vit ikki kundu valt øðrvísi. Sjálvi koma vit meiri enn so til ta niðurstøðu, at vit skuldu valt øðrvísi. Sumt skuldi verið gjørt øðrvísi og sumt skuldi kanska als ikki verið gjørt.
Lat okkum tosa um Krosskast mikukvøldið 20. oktober 1999:
Vit valdu at viðgera og kanna møguleikarnar hjá samgonguni fyri eini semju, sum rakk út um sjálva samgonguna. Sum orðaskiftið á Tingi hevði verið, mettu vit, at mest sannlíku møguleikarnir vóru, at javnaðarflokkurin og samgongan onkursvegna kundu finna saman. Samstundis vistu vit, at millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin vóru eisini smærri ósemjur. Tí valdu vit at seta hesar tríggjar flokkar saman. Í eini roynd at lýsa hvørjir møguleikar vóru. Vit hildu, at besti mátin at lýsa støðuna hjá hesum trimum stórum flokkunum, var at spyrja teir.
Soleiðis valdu vit, men onnur kunnu halda, at vit skuldu valt øðrvísi.
Ein meiri álvarsamur spurningur í hesum viðfangi er, um fjølmiðlafólk sleppa at velja frítt ella um onkur longri uppi ella við síðuna av bestemmar, hvussu veljast skal.
Nógv royna at fáa okkum at velja øðrvísi enn vit ætla: politikarar, áhugabólkar, ítróttarfeløg, lýsingartovur, handlar og fyritøkur, einstaklingar. Avgerandi er at miðilin hevur trúvirði millum manna, og at fólk yvirhøvur halda at miðilin er óheftur. Og hetta krevur, at fjølmiðlarnir hava møguleikan at velja frítt.
Vit vita úr fleiri londum, at herurin stendur í durunum, um vit ikki skriva tíðindini, sum stjórnin vil. Fólk vera uppsøgd, um gingið verður móti teimum, sum sita við valdið.
Soleiðis er ikki Føroyum. Programmedarbeiðarar í Sjónvarpinum sleppa at velja frítt. Tað eydnast ongum at kroysta okkum til eitt val, sum setir spurnaðartekin við okkara óheftu støðu.
Men kortini er spurningurin hjá Johan Petersen viðkomandi. Hann rør uppundir, at Sjónvarpið so ella so letur seg stýra av Signari av Brúnni, landsstýrismanni í mentamálum, og at tað var grundin til at Sambandsflokkurin ikki skuldi við í Krosskast. Hann sigur ikki at tað er soleiðis, men hann hevur illgruna um tað.
Fyrst og fremst er at siga, at tað er ein skuldseting móti okkara fólki, sum kemur sera illa við. Hetta er skuldseting móti fólki, sum í áravís hava staðið óheft í tíðidaflutninginum og sum kenna tað groft ærumeiðandi.
Í øðrum lagi er at siga, at um fólk hava illgruna um, at almennu fjølmiðlarnir ikki kunnu velja frítt, so mugu vit avgjørt gera nakað við tað. Tí tað er eins álvarsamt at liva við illgrunanum. Tað máðar burtur av trúvirðinum.
Vit skulu alla tíðina royna at skipa okkum soleiðis, at orsøkirnar til illgrunar verða sum minstar. Skipanin í dag, har Sjónvarpið fyrisitingarliga liggur í beinari striku undir landsstýrismanninum í mentamálum (í dag tjóðveldismaðurin Signar á Brúnni), er ikki tann besta. Einhvør landsstýrismaður í mentamálum má stundum taka avgerðir, sum raka sjónvarpið. Og líkamikið um stovnurin Sjónvarpið fær fyrimunir ella vansir av slíkum avgerðum, so er tað rætt, at illgruni kann stinga seg upp um, at henda beinleiðis bindingin millum ein landstýrismann og ein fjølmiðil, kann ávirka fría valið. Í longdini ber ikki til at vera undir illgruna fyri at velja eftir høvdinum hjá verandi landsstýrismanni í mentamálum.
Onkursvegna skulu vit umhugsa, hvussu almennu fjølmiðlarnar kunnu loysast frá beinleiðis bindingini til sitandi landsstýrismann í mentamálum. Eitt hugskot er at seta okkurt slag av nevnd millum landsstýrismannin og sjónvarpið. Hvussu nevndin skal veljast og um júst hetta er besta modellið, er ikki víst.
Er tað rætt, sum Johan Petersen førir fram, at verandi skipan førir til illgruna um, at sjónvarpið letur seg stýra av sitandi landsstýrismanni í mentamálum, so eigur skipanin at broytast skjótast til ber.
Øssur Winthereig, tíðindastjóri
Sjónvarp Føroya