Skal roknistykkið hjá Sambandsflokkinum ganga upp, verður brennievni til bilar munandi dýrari, og tað verður vegskatturin eisini
Tað er niðurstøðan hjá Niels Juel Arge, fulltrúa í Samferðslumálaráðnum.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at landið skal yvirtaka bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Flokkurin sigur, at hetta er fyrsta stigið til at vit fáa eina samhaldsfasta samferðsluskipan.
Ætlanina hjá Sambandsflokkinum kanst tú lesa meiri um HER
Men nú hava tey í Samferðslumálaráðnum kanna roknistykkið hjá Sambandsflokkinum, og niðurstøðan hjá fulltrúanum er, at tað gongur ikki upp.
Sambandsflokkurin hevur mett, at verður bummgjaldið avtikið, fer landskassin at missa 9,6 milliónir krónur í inntøku.
Men í Samferðslumálaráðnum siga tey, at rætta talið er góðar fimm milliónir hægri, ella 15 milliónir um árið.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur áður greitt Løgtinginum frá, at í miðal kostar tað 14 milliónir krónur um árið at reka og halda undirsjóvartunlarnar. Tá eru útreiðslurnar til ábøtur og innkrevjing ikki tiknar við, so tilsamans verða útreiðslurnar 16 milliónir krónur um árið.
Fyri at landið ikki skal missa inntøkur av, at bummgjaldið verður avtikið, hevur Sambandsflokkurin roknað seg fram til, at prísurin á brennievni skal hækka 12 oyru liturin og samstundis skal vegskatturin hækka fýra prosent.
Men Samferðslumálaráðið sigur, at hetta er undirmett, tí skal landið ikki missa inntøkur, skal vegskatturin hækka 6,6 prosent, og ikki fýra prosent, sum Sambandsflokkurin sigur.
Samstundis skal prísurin á bensini og á diesel, hækka næstan 20 oyru liturin, og ikki 12 oyru, sum Sambandsflokkurin hevur roknað seg fram til.