Sambandsflokkurin hevur ongantíð eksluderað nakran lim í 100 ára søgu floksins

Johan Dahl,
løgtingsmaður
Tórshavn 11.11.04

Tann sjónleikur, sum verður spældur av fyri okkum vanligu sambandsmonnum og -kvinnum kring Føroya land, nú í størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna skal skipa samgongu, er alt annað enn sømiligur og ikki sørt skaðandi fyri SAMBANDSFLOKKIN.
Somu fólk, sum nú enn einaferð eru um at fara til hendurs orsakað av maktgirnd, vóru saman við sambandsmonnum úr Havnini og Eysturoynni og partvís Klaksvíkini við til at koyra meg úr landsstýrissessinum ? ivaleyst einamest tí teimum ikki dámdu meg sum persón ? og tey kláraðu hetta »bragd« saman við einum løgmanni, sum boygnaði í kongunum.
Hvat hendi síðan við øllum ákærum og óhumsku, sum regnaði niður yvir mín kropp av alskyns slag ? ONKI ? fjølmiðlarnir bráðtagnaðu, og onki hoyrdist meir, tí alt var luftkasstellir og tramanskapur frá hesum fólkum og teirra viðspælarum, men málið var nátt.
Skommin er teirra ? ikki mín.
Og nú gera so somu fólk enn eina fadesu av grovasta slag og vit, sum sita á síðulinjuni og tó ófrívilligt verða ein partur av sakini sum sambandsmenn og kvinnur, mugu bara rista við høvdinum og spyrja, hvat tað er, sum fyrigongur í hasum heksaketlinum í Havnini.
Tað má so absolutt verða nakað heilt galið við fólkunum.
Kanska er størsti trupulleikin hjá Føroya Væl, at teir ikki fáa mannað listan við nóg attraktivum valevn-um? Og tí verða hesi vald upp á mangul av betri??
Heðin hevur gjørt ein bukk, men ein maður, sum er hildin niðri og burturi frá maktini sum borgarstjóri í Havnini av sínum egna valøkið øll árini sum lokalpolitikkari og kanska eisini sum landspolitikkari, er kanska farin heilt í svart av hesi mótstøðu, nú hann sær í eyguni, at hetta er seinasta útkall, um hann skal blíva borgarstjóri í Havnini.
Tað rættvísger sjálvandi ikki, at gjørdar verða tvær avtalur.
Hví skal so hetta kommunuvalið, sum tað jú er, blíva til ein landspolitiskan trupulleika?
Hetta hóast tað at landspolitikkarin als onki kann gera við støðuna, als onga ávirkan hevur á málið.
Hví skal Heðin Mortensen avhøvdast av Føroya Væl, tá liminir í Sam-bandsflokkinum í Tórshavnar Býráð ikki eingang fingu eina nøs fyri at reka meg úr landsstýrissessinum og harvið blanda seg upp í landspolitikkin, har teir als onki høvdu at gera??
Hesi tingini hanga ikki saman.
Hvat nú um sami trupulleiki stingur seg upp t. d. í Klaksvík, Vági ella Tvøroyri??
Skal so formaður floksins og valfelag aftur út at ekskludera limir, tí teir ikki akkurát floyta í sama tóna?
Einasta valfelag, sum veruliga er gingið nógv aftur fyri Sambandsflokkin, er tað í Havnini.
So eigur ein sjálvandi at verða kritiskur og spyrja hví??
Sambandsflokkurin misti knappar 1000 atkvøður til býrðsvalið í Havnini.
Heðin Mortensen fekk yvir 600 atkvøður - ella hálvaaðru ferð so nógv sum Beata og Høgni tilsamans - tað sigur ikki so lítið.
At fara at siga mannin úr flokkinum, tí hann ikki hevur uppført seg eksemplariskt, er púra burturvið.
Setið tykkum heldur niður ? tit havnarmenn ? og tosið saman sum vaksin fólk, heldur enn at gera sambandsfólki og Sambandsflokkinum fyri skommum enn einaferð við tykkara ósømiliga atburði.
Ongantíð í søgu floksins er nakar sagdur úr flokkinum, og eigur ein skeiv undirskrivt hjá Heðini ikki kosta honum at verða blak-aður úr flokkinum.
Gera tit tað, so hava TIT veruliga ein trupuleika vildi eg mett.