Sambandsflokkurin hevur nógv størsta...

...útsýnið og nógv flestar og bestar vørur á hillunum at bjóða Føroya fólki

Tá eg valdi mær politiska kós sum ungur, var eingin ivi. Eg valdi Sambandsflokkin, tí hann var liberalur og sosialur og hevði nógv størsta útsýnið og størsta pallin hjá føroyingum at virka á.


Eitt lítið oyggjaland mitt úti í Atlantshavi hevur so avgerðandi brúk fyri sambandi og samvinnu við útheimin. Hetta samband og hesa samvinnu fáa vit grundlógarfestan í ríkisfelagsskapinum, enntá við ES-passinum.


Hesin stóri pallurin skal ikki undirmetast. Tað er ikki ov nógv sagt, tá vit siga, at hann er ein av fyritreytinum fyri tí menning og tí framburi, sum Føroyar hava verið fyri – vit eru millum heimsins ríkastu, javnastu og tryggastu lond.


Føroyingar eru eitt sera dugnaligt og ágrýtið fólk, sum virðing stendur um í útheiminum. Hetta hendir ikki av sær sjálvum, men við at vísa í verkið.


Eg heiti á tykkum føroyingar, um at hugsa álvarsliga um ta positivu støðu,  sum Føroyar eru í, og hvørja kós vit velja at seta út í kortið til unga ættarliðið, sum skal taka yvir eftir okkum.


Eg sjálvur velji teimum stóra útsýnið og heimspallin at virka á - als ikki sum olmussa, men sum grundlógarfestur rættur.


Latið okkum arbeiða fyri stóra útsýninum og størsta pallinum at virka á, og eisini fyri at skapa forstáilisi millum ríkispartarnar.

 

Veljið Sambandið á Fólkating.

 


 

 

fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin