Sambandsflokkurin hevur nýskipanaruppskot!

Aftaná seinasta løgtingsval fingu føroyingar hina so væl kendu fullveldissamgonguna millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

 

Hesir flokkar hava brúkt alla sína orku og tíð uppá fullveldismálið, meðan flest øll onnur átrokandi mál í samfelagnum eru løgd til síðir ? ja beinleiðis eru niðurfyrst. Málið hevur verið og framvegis er føroyskt fullveldi ? kosta hvat kosta vil.

Danmarkarferðir samgongunar

Allir føroyingar kenna mongu Danmarkarferðir samgongunnar og tey úrslit sum samgongan hevur fingið burtur úr stríðnum um føroyskt fullveldi ? nevniliga at teir eru afturkomnir sum av torvheiðum ? onki fet á sjálvstýrisleið ? tíbetur, halda flestu føroyingar sambært meiningakanningarnar sum verið hava.


Sambandsflokkurin tilreiðar at koma til hjálpar

Sambandsflokkurin, sum hesi árini hevur verið í andstøðu, hevur staðiliga ávara ímóti fullveldisætlanini hjá samgonguni, tí flokkurin er fullvísur í, at um ætlan samgongunnar verður veruleiki, so verður tað til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið.

Sambandsflokkurin heldur fast við støðu sína um, at limaskapur okkara í danska ríkinum hevur verið til almikið gagn fyri føroya fólk og vil flokkurin tí gera alt fyri at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur.

Sum eitt alternativ til politikkin hjá fullveldissamgonguni hevur Sambandsflokkurin tí tilevnað eitt nýskipanaruppskot sum m.a. hevur hesi punkt:


At heimastýrisskipanin skal endurnýggjast.

At ríkisrættarligu viðurskiftini skulu geriðast, har tey eru ógreið.

At ríkisfelagsskapurin skal varðveitast.

At Føroyar skulu hava felags grundlóg og kongshús við Danmark.

At føroyingar skulu hava somu ríkisborgararættindi sum danir.

At Føroyar skulu hava umboð á Fólkatingi.

At gjaldoyraveiðurskifti, verju- og uttanríkismál skulu vera ríkismál.

At rættarskipanin í høvuðsheitum skal varðveitast.

At øll mál ? uttan felags mál fyri ríkisfelagsskapin ? skulu kunna yvirtakast.

At Føroyar sjálvar gjalda fyri allar yvirtøkur.


Við hesum heldur Sambandsflokkurin, at Føroyar gerast alt meira sjálvbjargnar, at vælferðarsamfelagið mennist og varðveitist, og at komandi ættarliðum gevast fjølbroyttir møguleikar í altjóða høpi.

Á fólkatingsvalinum hava føroyingar so møguleikan at velja millum politikkin hjá fullveldissamgonguni ella politikkin hjá Sambandsflokkinum.

Ætla tygum at varðveita Føroyar sum eitt trygt samfelag at búgva í, so eiga tygum at taka undir við Sambandsflokkinum.