Sambandsflokkurin fær eina 14. septembersamgongu

Fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, hevur so mangan argað fráfarandi samgongu fyri at vera eina »14. september-samgongu«, tí samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september í 2015.

Tilsipingin hevur sjálvandi nakað við loysing og fullveldi at gera, tí at 14. september var dagurin í 1946, tá føroyingar atkvøddu fyri loysing frá Danmark.

Aksel V. Johannesen var tó valdur til løgmann dagin eftir, tann 15. september í 2015

Edmund Joensen hevur helst ikki varnast, at hann sjálvur varð valdur til løgmann ein 15. september. Tað var í 1994. Stórir trupulleikar vóru tá at skipa samgongu, og hóast Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu skrivað undir eitt samgonguskjal um at skipa eina borgarliga samgongu eftir løgtingsvalið 7. juli 1994, so komu teir ikki á mál, tí teir samdust ikki um málsøkjabýtið.

##med2##

Edmund Joensen skipaði tí samgongu saman við Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini – og tann samgongan var í pottinum 14. september í 1996 – og dagin eftir varð Edmund Joensen valdur til løgmann.

Um hendan borgarliga samgongan, sum nú er um at vera í pottinum, kemur á mál við bæði samgonguskjali, málsøkjabýti og løgmanni, so verður hon so í øllum førum ein, sum Edmund Joensen vildi sagt, »14. september-samgonga«.

Tí leygardagin 14. september klokkan 10 verður løgtingsfundur, og tá skulu løgtingsformaður og løgmaður veljast.

Og verður Bárður Nielsen valdur til løgmann, so verður tað gjørt »fullveldisdagin« 14. september.

Spurningurin er so, um nýggja samgongan torir at skriva undir samgonguskjalið fríggjadagin hin 13....?