Sambandsflokkurin er stóri taparin

Enn ein veljarakanning vísir, at Sambandsflokkurin hevði verið stóri taparin, um løgtingsval var í dag

Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Norðlýsið.

Kanningin vísir í høvuðsheitinum, at samgongan tapir og andstøðan vinnur. Samgongan hevði fingið tilsamans 15 tingsessir og andstøðan 18.

Sambansflokkurin er sum nevnt stóri taparin. Hann fekk á valinum 20,3 prosent av atkvøðunum, men hevði bara fingið 15,3, um val var í dag. Ein afturgongd upp á 5,1 prosentstig. Tað gevur flokkinum 5 tingsessri, 2 færri enn á valinum í 2019.

Fólkaflokkurin hevur eisini afturgongd, men gongur tó bara 1,2 prosentstig aftur og varðveitir sínar 8 tingsessir.

Síðsti samgonguflokkurin, Miðflokkurin, er hin einasti av samgonguflokkunum, sum hevur framgongd. Flokkurin gongur 0,6 prosentstig fram og fær 5,9 prosent.

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin og fær í kanningini 28 prosent. Tað er ein framgongd upp á 5,9 prosentstig í mun til seinasta val, og flokkurin fer úr 7 tingsessum upp í 10 tingsessir.

Sjálvstýri fær 2,2 prosentstig, sum merkir, at flokkurin ikki hevði fingið umbðan á tingi.

 

##med2##

Tjóðveldi fær 19,1 prosent, sum er ein framgongd upp á 0,9 prosentstig.

Framsólkn gongur 1,6 prosentstig fram og fær 6,1 prosent.

Samanumtikið er tað Javnaðarflokkurin sum fær teir tríggjar tingsessirnar, sum Sambandsflokkurin og Sjálvstýri missa.