Sambandsflokkurin er ósjónligur

 Tað heldur Johan Dahl. Hann er fyrrverandi topp – politikari í Sambandsflokkinum og næstformaður í flokkinum, og hann er núverandi formaður í Føroya Væl, sum er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

 

Tá ið Sambandsflokkurin hevði landsfund leygardagin, staðfesti hann, at hóast Sambandsflokkurin hevur havt nógvar gyltar møguleikar at gera seg vart við seg, heldur hann, at flokkurin hevur verið rættiliga ósjónligur. Men hann heldur, at fjølmiðlarnir hava ein part av skylduni av, at Sambandsflokkurin ikki er so nógv frammi, tí málini, Sambandsflokkurin førir fram, vera ikki tikin upp í miðlunum.

 

Johan Dahl heldur kortini, at Sambandsflokkurin hevur havt nógv høvi at skjóta samgonguna í senk, sum hann málbar seg, og hann vísti á, at tað var akkurát tað, sum hendi, tá ið Sambandsflokkurin sat í undanfrnu samgingu. Tá varð samgongan avhølvað av misálitum, og álopum, bæði á flokkar og á persónar í samgongini, vísti hann á.

 

Men hann sigur, at nú er støðan tann, at hendan samgongan livir væl av teimum átøkum, undanfarna samgonga setti í verk, eitt nú av uttanlandsavtalum og ferðavinnupolitikkinum.

 

Tað er púra burturvið, at ongin av okkum torir at siga, at tað er okkara verk, hóast sitandi samgongan nú sigur, at alt var skeivt, fortaldi Johan Dahl fyri sambandsfólkinum á landsfundinum.

 

Tí heldur hann, at tingmanningin hjá samgonguni skal koyra nógv harðari á samgonguna enn hon ger.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur, at trýstið á samgonguni veksur alsamt, tí samgongan hevur so nógv mál, hon ikki klárar at avgreiða. Tað merkir, at vit fara at vera meiri og meiri hoyrd.