Sambandsflokkurin er eisini liberalur í kommununalpolitikki

Liberalur merkir tað, at ein er frílyntur, og tá talan er um ein politiskan flokk, so skal tað skiljast soleiðis, at flokkurin gongur inn fyri einum fríum vinnulívi.

Sambandsflokkurin ynskir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki, at tað er ein skiljilinja millum kommunu-landskassan og privatkassan.

Kommunan skal ikki reka vinnulív, og tað skal tað almenna heldur ikki, tí allar royndir vísa, at hettar hepnast ikki, men tvørtur ímóti.

Árini frá miðan 70?unum og 80?unum eru ræðumyndir, sum vísa, at landskassin ikki eigur at luttaka beinleiðis í vinnulívinum. Tað eru eisini føroyskar kommunur, sum hava havt fingrarnar ov langt frammi í vinnulívinum. Hesar kommunur eru í dag so illa fyri, at tær ikki klára at greiða sínar skyldur og mugu fáa pening úr kommunala kreppulánsgrunninum, tí annars fara tær av knóranum.

Tá ført verður fram, at kommunan ikki skal reka vinnulív, so má leggjast afturat, at býráðsins upp-gáva er at skapa so góðar fortreytir fyri vinnulívið sum møguligt.

Býráðið og hin einstaki borgarin, eins og vinnulívið mugu koma hvørjum øðrum nærri. Tað eigur ikki bert at vera býráðið, sum kemur við uppskotum um loysn av viðurskiftum í kommununi, men uppskot frá borgarum og vinnulívi eiga at viðgerast av býráðnum í fullum álvara, soleiðis, at býráðslimir ikki bert hitta veljarin fjórðahvørt ár, men at tað verður eitt dagligt samband, soleiðis at politikkarin veit, hvat rørist úti í samfelagnum.

Eitt slíkt samskifti við borgarin og vinnulívið nýtist ikki at viðføra, at vinnulív og privatlív verða tengd upp í býráðsarbeiðið, hetta nýtist heldur ikki at kosta pening fyri kommunukassan.

Vinarliga


Schumann Hjaltalin, býráðslimur

Valevni hjá Sambandsflokkinum