Sambandsflokkurin roynir at prógva sín sosiala politikk við at vísa til fíggjarlógina.
- Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu koma rakstrarjáttanirnar til Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál at hækka tilsamans við heili 582 mió. kr., íroknað Heilsutrygd uppá 150 mió.kr. So skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í dag.
- Tað hevur seinastu tíðina verið sett spurnartekin við, hvørt Sambandsflokkurin, sum er ein sosialt sinnaður flokkur, hevur gjørt nóg mikið fyri at víðarimenna sosialu økini í okkara samfelag og harvið vælferðartænasturnar, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann hevur tí sett sær fyri, í longum brævi, at vísa á, hvussu Sambandsflokkurin hevur rikið sosiala økið hesi seks árini, hann hevur sitið við landsins leiðslu.
- Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu koma rakstrarjáttanirnar til Menta- og Útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál at hækka tilsamans við heili 582 mió. kr., íroknað Heilsutrygd uppá 150 mió.kr. So skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í dag.
Løgmaður vísir eisini á, at í 2015 verður játtanin til sosialu økini heili 79,6% av fíggjarlógini.
- Vælferðarútreiðslurnar eru hækkaðar skjótari ella líka skjótt sum vøksturin í samlaðu útreiðslunum á fíggjarlógini fyri tíðarskeiðið 2009-FLU2015. Eitt greitt prógv um, at Sambandsflokkurin hevur verið við til at uppraðfesta og viðlíkahalda sosiala økið.
Kaj Leo Holm Johannesen vísir harumframt á, at tilsamans eru gjørdar løgur fyri 1,2 milliardir á sosiala økinum hesi seks árini.
- Eftir sosialu tølunum at døma og teimum ítøkiligu verkætlanum, sum eru vorðar til veruleika og eisini í mun til tað, sum er sett út í kortið, so er tað ongin ivi um, at tað verður Sambandsflokkurin, sum kann borga fyri, at vælferðin verður hildin viðlíka og ment komandi árini, endar løgmaður brævið, ið er at lesa á heimasíðu floksins.
Neyvan er nakar longur í iva um, at valstríðið so smátt er byrjað.