Fyri at seta meira á ferð á Vinnumálaráðið skrifti løgmaður landsstýrismannin í vinnumálum út í síðstu viku. Sambært veljarakanningini, sum er kunngjørd á portal.fo í morgun, stendur Sambandsflokkurin til ringasta valið í 115 ára drúgvu søgu floksins

Sambandsflokkurin bløðir í veljarakanning

Afturgongdin er stór hjá løgmansflokkinum, sum stendur til ringasta valúrslit í 115 ára søgu floksins

Fyri at seta meira á ferð á Vinnumálaráðið skrifti løgmaður landsstýrismannin í vinnumálum út í síðstu viku. Sambært veljarakanningini, sum er kunngjørd á portal.fo í morgun, stendur Sambandsflokkurin til ringasta valið í 115 ára drúgvu søgu floksins

Ongantíð í søguni hevur Sambandsflokkurin fingið so lítla undirtøku á einum løgtingsvali, sum flokkurin stendur til at fáa í nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo

Sambært kanningin fær Sambandsflokkurin bara 16,3 prosent av atkvøðunum. Tað eru 4 prosentstig færri enn á løgtingsvalinum fyri tveimum árum síðani. Søguliga ringastu undirtøkuna fekk Sambandsflokkurin í 1998, tá flokkurin fekk 18,1 prosent á løgtingsvalinum, eftir at flokkurin hevði havt løgmann og samgonguleiðsluna í fýra ár. 

Eisini hin stjórnarflokkurin Fólkaflokkurin stendur til nær um líka stóra afturgongd, sum Sambandsflokkurin. Hann gongur 3,9 prosentstig aftur. 

Stóra afturgongdin hjá teimum báðu størru samgonguflokkunum merkir, at Sambandsflokkurin missir tveir tingsessir, og at Fólkaflokkurin missir ein tingsess. Fólkaflokkurin var á seinasta løgtingsvali 4,2 prosentstig framman fyri Sambandsflokkin, so hann hevur meira at taka av, og tí missir hanna »bara« ein tingsess.

Miðflokkurin er einasti av landsstýrisflokkunum, sum gongur fram - 2 prosentstig frá 5,5 til 7,5, sum gevur honum ein tingsess afturat.

Sjálvstýrisflokkurin missir við 2,3 prosentum sambært veljarakanningin sín tingsess.

Stóri vinnarin er Javnaðarflokkurin, sum gongur 5,8 prosentstig fram til 28 prosent, sum gevur flokkinum 9 tingsessir, tveir 2 fleiri, enn flokkurin hevur í dag.

Eisini Tjóðveldi gogngur fram í veljarakanningini. Hann fer úr 18,1 prosentum á valinum í 2019 til 19,8 prosent, ein framgongd upp á 1,7 prosentstig, sum eisini gevur Tjóðveldinum ein tingsess afturat, so hann nú hevði fingið 7 tingsessir.

Framsókn gongur eisini fram við 0,9 prosentstigum, men varðveitir sínar báðar tingsessir.

Veljarakanningin vísir soleiðis, at samgongan hevði fingið 15 tingsessir, meðan antsøðan hevði fingið 18 – og at samgongan harvið hevði fallið.