Sambandsflokkurin á odda

Eftir 28 valstøð eru tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið liggja á odda.

Fyrsta almannakunngjørda samanteljingin er júst klár og eftir at 28 valstøð eru tald upp, tað vil siga umleið 13 prosent av atkvøðunum, eru tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið liggja á odda.

 

Hóast Tjóðveldisflokkurin fer nakað fram í mun til seinast, so tykist tað vera ov lítið tí umframt at tað er ov lítið til at fanga Sambandsflokkurin, so hevur Javnaðarflokkurin eina enn størri framgongd.

 

Undirtøkan higartil er soleiðis

Sambandsflokkurin hevur 31 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 3,3 prosentstig.

Javnaðarflokkurin hevur 25 prosent, sum er ein framgongd á 3,7 prosentstig.

Tjóðveldi hevur 20,8 prosent, sum er ein framgongd á 2,9 prosentstig.

Fólkaflokkurin hevur 16,7 prosent, sum er ein afturgongd á 3,9 prosentstig.

Miðflokkurin hevur 2,5 prosent, sum eri ein afturgongd á 1 prosentstig.

Framsókn hevur 1,6 prosent.

Nýtt Sjálvstýri hevur 1,3 prosent, sum er tað sama sum seinast.

Uttanflokkalistin hevur 1,2 prosent.