Sambandsfarið sigraði

Sambandsflokkurin við Kaj Leo Johannesen, Alfred Olsen og Annfinni Brekkstein, vann politisku róðrarstafettina í SMS

 
Hópur av fólki var samankomið at síggja landsins kosnu kapprógva í SMS. Róðurin var í sambandi við 20 ára føðingardagin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn.
Allir flokkar vóru við, og eftir at hava vunnið sínar innleiðandi róðrar var greitt, at Sambandsfarið og Miðørkin við Álvi Kirke á odda komu í finaluna. Finalan gjørdist ógvuliga spennandi, men tá ið so Annfinn Brekkstein og Kaj Leo Johannesen tóku nøkur megnar tøk, orkaði Miðflokkurin ikki meira.
Eftir róðurin fingu bæði vinnarar og taparar gávur frá Róðrarfelagnum Knørri. Kaj Leo Johannesen vísti í røðu síni á, at hóast summi ítróttarfeløg ikki hava bestu umstøður, so kunnu tey vísa á framúr góð úrslit. Hetta eru Róðrarfelagið Knørrur og onnur smá feløg kring landið góð dømi um. Hann takkaði at enda fyri eitt gott og skemtiligt tiltak og ynskti Róðrarfelagnum Knørri blíðan byr framyvir.