Vit sambandsfólk renna ikki undan okkara fortíð, tí tað hava vit onga orsøk til! Flokkurin var stovnaður av tjóðskaparsinnaðum monnum, sum vildu landinum alt tað besta. Teir arbeiddu fyri framburði og fyri at Føroyar skuldu verða ein partur av heimssamfelagnum. Tískil ynsktu teir at halda seg afturat Danmark, ímeðan afturhaldskreftir stríddust, fyri at loysa landið frá umheiminum og læsa tað saman um seg sjálvt, sum vildu teir siga: Vit hava nokk í okkum sjálvum.
At Sambandsflokkurin av fyrstan tíð ikki vildi viðurkenna Merkið, er helst ikki nakað vit skammast yvir. Um vit ímynda okkum, at onkur nú kom við einum nýggjum flaggi og kravdi, at vit skuldu taka tað, ið staðin fyri Merkið, so høvdu fólk flest verið á gosi og noktað at víst nýggja flagginum nakra virðing. Somu kenslur gjørdu seg galdandi, tá Dannebrog á sinni mátti víkja plássið fyri Merkinum! Havast skal í huga, at hetta nýuppfunna flaggið áður bert var nýtt av loysingarsinnaðum, tá teir vildu skapa øsing. Føroyingar flestir vistu nóg illa, hvussu flaggið sá út og høvdu ongan hug at skifta tað háttvirda Dannebrog út við hetta studentaflaggið. Men sum øll vita, gjørdist undir krígnum neyðugt, at Føroyar fingu egið flagg. At tað varð Merkið, sum vann frama, eru vit øll glað fyri nú; í okkara eygum er tað helst heimsins vakrasta! Men fyrstu tíðina kendist tað nærum ósømiligt at nýta tað og sambandsmenn gjørdu, sum vera man, vart við hetta.
Sum frá leið, vandist Føroya fólk við nýggja flaggið. Eisini sambandsfólk tóku tað til sín og tað er nú vorðið okkara tjóðskapareyðkenni, sum vit øll virða og eru góð við.