Allir limir í Løgtingsins Mentanarnevnd – uttan umboðið hjá Sambandsflokkinum, venda tumlinum niðureftir og vraka uppskotið hjá Sambandsflokkinum um við lóg at fáa stavirnar c, w, q z og x í tað góðkenda føroyska stavraðið.
Tað eru øll tingfólk Sambandsfloksins, sum standa aftan fyri uppskotið um løgtingslóg um stavrað, sum Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen, Magnus Rasmussen, Erhard Joensen, Johan Dahl, Eyðdis Hartmann Niclasen og Jaspur Langgaard, vegna Sambandsflokkin løgdu fyri Løgtingið 30. september 2025. Eftir 1. viðgerð 23. oktober varð tað beint Mentanarnevndini.
Nevndin hevur nú skrivað álit, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Regin Eikhólm, Føroya Lærarafelag, Málráðið, Fróðskaparsetrið, Randi Meitil, landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, saman við ávikavist Undirvísingarstýrinum og Námi og landsstýrismannin í almanna- og mentamálum, Eirik í Jákupsstovu.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Karlot Hergeirsson, Jóhannis Joensen, Uni Holm Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe og Bárður á Lakjuni) tekur ikki undir við málinum og hevur hesar viðmerkingar:
Tað politiska stríðið um stavraðið kom afturi í 2009, tá uppskot til samtyktar kom á Løgting um politiskt at áseta føroyska stavraðið. Viðgerðin av málinum tá endaði við, at man bleiv samdur um at gera eina lóg og seta eitt málráð.
Lógin um Málráð varð samtykt við stórum meiriluta, 29 fyri og 1 ímóti, tann 2. mai 2012, og endamálsásetingin í lógini sigur, at Málráðið eigur:
1) at røkja, menna og verja føroyska málið,
2) at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum,
3) at áseta føroyska stavseting.
Málráðið fór til verka við teirri raðfesting fyrst at áseta føroyska stavseting, t.e. lata úr hondum eina stavsetingarorðabók, sum leingi hevði verið bíðað eftir.
Grundarlagið undir og fyritreytin fyri hesum var tó at áseta hitt føroyska stavraðið og tí mátti hetta fáast frá hondini sum tað fyrsta. Meirilutin í Málráðnum kom við sínari niðurstøðu um stavraðið á heysti 2013, og harvið átti tað málið at enda.
Tað er stórt spell, at tað ikki var samt Málráð, ið stóð aftanfyri niðurstøðuna í 2013. Hinvegin var tað ein sannførandi meiriluti aftan fyri niðurstøðuna.
Løgtingið eigur tí, uttan mun til úrslitið, at virða niðurstøðurnar hjá meirilutanum í júst tí stovni, sum eitt nærum samt Løgting hevur samtykt skal gera slíkar niðurstøður. Longri átti hetta mál ikki at verið.
Tá Málráðið kom við niðurstøðuni um stavrað fyri 12 árum síðan, kundi tað tykjast, sum sjógvarnir gingu eitt sindur høgt, bæði millum politikarar og millum málkøn fólk.
Men hoyringarnar, sum Mentanarnevndin hevur havt í hesum umfari, hava víst, at tað ikki er soleiðis longur, um yvirhøvur.
Eiheldur tykist tað at hava elvt til stórar praktiskar trupulleikar í skúlum og á málsøkinum yvirhøvur, at almenna føroyska stavraðið er uttan stavirnar C, W, Q, Z og X.
Nógv teir flestu hoyringarpartarnir eru eisini samdir um og gera vart við, at eitt stavrað ikki eigur at verða ásett politiskt.
Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Magnus Rasmussen) hevur hesar viðmerkingar:
Stavraðið er eitt reint praktiskt amboð, og stavraðið skal fyrst og fremst vísa raðfylgjuna av stavunum í málinum t.e., hvar vit finna ein ávísan bókstav í raðnum. Skal t.d. leitast í einum skjalasavni, so er neyðugt at kenna raðfylgjuna í tí latínska stavraðnum og tað eru nógv onnur dømi um hetta.
Í løgtingsmáli nr. 16/2009 stendur at lesa í áliti frá samdari Mentanarnevnd, at:
- Føroyar eiga bara at hava eitt stavrað
- Stavraðið skal vera autoriserað
- Stavraðið skal hýsa stavunum C, W, Q, Z og X
Hetta vísir væl, hvar politiska skipanin stóð í hesum máli um, hvørjir bókstavir skulu og eiga at vera í stavraðnum.
Ein breið semja var eisini millum okkara førandi málfrøðingar í 2013, at stavraðið er ein praktiskur listi av bókstavum skipaðir í eina ávísa raðfylgju – vit kunnu siga eitt pedagogiskt amboð at brúka í tí dagliga og ikki ein málfrøðiligur spurningur, sum bara málfrøðingar skulu taka støðu til.
Søguliga er eisini staðfest, at hesir vrakaðu bókstavirnir eru at finna í okkara elstu skriftum, Seyðabrævið frá 1298 hevur nakrar og eisini í teimum seks Húsavíkarbrøvunum frá 1402-07 eru nakrir fyri at nevna tvey dømi.
Vit kenna slagorðini: “Øll skulu kenna seg aftur í málinum” og “Øll eiga málið”.
Avbjóðingin í Føroyum er, at vit finna ikki allar bókstavirnar, sum vit nýta í føroyska málinum, í føroyska stavraðnum. Tað er sjálvandi bæði løgið og ólogiskt.
Úrslitið av stríðnum um stavraðið, sum var í 2013, endaði við, at stavraðið varð skorið við fimm stavum: c, q, z, w og x. Hesa avgerð helt Føroya fólk ikki nógv um, og ein kanning tá vísti, at 70% av fólkinum ynskti hesar vrakaðu bókstavirnar inn aftur í stavraðið.
Føroyska málið tekur ikki skaða av, at vit hava c, q, z, w og x í stavraðnum, heldur tvørturímóti. Vit brúka hesar vrakaðu bókstavir hvønn tann einasta dag. Vit hava fólkanøvn við stavunum, og vit hava eftirnøvn við stavunum. Í Føroyum eru túsundtals føroyingar, sum antin hava fornavn ella eftirnavn stavað við vrakaðu bókstavunum. Tað er alt annað enn fevnandi at hava ein bókstav antin í fornavni og/ella í eftirnavni og ikki finna hann í stavraðnum. Vit nýta eisini stavirnar í støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði, vit nýta stavirnar í tónleiki, vit hava altjóða átak, sum á føroyskum er umsett “ABC fyri sálarheilsu”. Dømini eru mong, og her vórðu bert nøkur nevnd.
Vandi er heldur ikki fyri tí sonevndu glíðibreytini, um vit taka teir útihýstu bókstavirnar inn aftur í stavraðið. Orsøkin er, at tað er ikki stavraðið, sum ásetir, hvussu orð skulu stavast. Nei, tað ger Málráðið, sum m.a. hevur til uppgávu at áseta føroyska stavseting, sum vit síggja aftur í Stavsetingarorðabókini.
Tí er einki logiskt samband millum stavseting og stavrað.
Vit tosa heldur ikki um at broyta stavsetingina ella skriftmálið ella seta eitt annað skriftmál inn.
Sum nevnt omanfyri, so er tað í Stavsetingarorðabókini, at vit finna nær, vit skulu brúka c, q, w, z og x. Meiningin er ikki, at vit skulu skriva t.d. Klaksvík við x, nei, tí í Stavsetingarorðabókini stendur Klaksvík við k og ikki við x.
Og tá tað snýr seg um nýggj orð, so er tað Málráðið umvegis Stavsetingarorðabókina sum sigur, hvussu hesi skulu stavast.
So óttin fyri at stavsetingin fer av kós er tí ógrundaður, tí tað er ikki stavraðið sum ásetir
stavsetingina, men Málráðið umvegis Stavsetingarorðabókina.
Niðurstøðan er tí, at her eru nógvar góðar grundgevingar fyri at fáa c, q, w, z og x aftur í okkara stavrað og einki annað enn natúrligt, at so verður.
Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Í mentanarnevndini er tað soleiðis bara umboða Sambandsfloksins, sum tekur undir við málinum, sum tí valla verður samtykt í Løgtinginum.











