Sambandið vil tosa um yvirtøkur

? Um yvirtøkur eru ein fyrimunur fyri føroyska fólkið, so er Sambandsflokkurin sinnaður at verða við. Vit siga ikki nei bara fyri at siga nei, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sum fegnast um, at ein nýggj avtala er gjørd við danir

So hendi tað, sum tókist verða ómøguligt. Bæði Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fegnast um eina nýggja avtalu millum føroyingar og danir um yvirtøkur.
Í blaðnum í gjár segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, at nýggja yvirtøkulógin kann gerast ótrúliga áhugaverd. Og í dag sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, at avtalan við danir er sera positiv fyri føroyingar.
? Hetta verður ein modernisering av heimastýrisskipanini, og tað er nakað, sum flokkarnir í samgonguni avtalaðu í samgonguskjalinum. Enn er ikki eitt komma broytt, men tá ið yvirtøkulógin verður løgd fyri løgtingið á ólavsøku, hava vit sett nakað á sporið, og so kunnu vit fara veruliga til arbeiðis, sigur Kaj Leo Johannesen.
? Hetta er sera positivt fyri føroyingar, og tað er Føroya fólk, sum eigur æruna fyri hesa avtaluna ? ikki nakar ávísur politiskur flokkur ella persónur.

Vilja fremja yvirtøkur
Sambandsflokkurin hevur verið tann mest sambandssinnaði flokkurin í føroyskum politikki, men nú er flokkurin við til at gera ein nýggja lóg, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at fremja yvirtøkur heilt fram at fullveldinum.
? Grundsjónarmiðið hjá Sambandsflokkinum er, at vit vilja fremja tann politikk, sum tænir Føroya fólki best. Eru tað fyrimunir við at yvirtaka eitt málsøki, so eru vit sinnaðir at verða við í tí. Vit siga ikki nei bara fyri at siga nei, og vit siga heldur ikki ja bara fyri at siga ja, sigur Kaj Leo Johannesen.
? Tíðirnar broytast so skjótt, og vit mugu hyggja eftir, hvat nútíðin og framtíðin hevur at bjóða. Sambandsflokkurin hevur kanska verið í so konservativur, men vit skulu eisini flyta okkum.
Vil tað siga, at tit eru sinnaðir at gera ítøkligar yvirtøkur, tá ið nýggja yvirtøkulógin er samtykt?
? Um Sambandsflokkurin metir, at tað tænir Føroya fólki, og tað er fíggjarliga forsvarligt at gera eina yvirtøku, so er Sambandsflokkurin sinnaður at verða við í yvirtøkum.

Hugsar meira um onnur mál
Kaj Leo Johannesen heldur, at ein av størstu fyrimununum við nýggju yvirtøkulógini er, at fullveldismálið verður avgreitt, og politikararnir kunnu fara at arbeiða við at loysa aðrar stórar trupulleikar í samfelagnum.
? Vit missa arbeiðspláss hvønn einasta dag, og tað gera vit millum annað tí, at politikararnir ikki hava verið nóg góðir til at gera nakað við teir veruligu trupulleikarnar í samfelagnum. Fullveldislandsstýrið brúkti alla sína orku til fullveldismálið, og tí vóru onnur týðandi mál gloymd.
? Nú hava vit fingið eina avtalu við danir, sum øll kunnu liva við, og nú skulu vit til arbeiðis fyri at tetta skrokkin. Frameftir kunnu vit brúka okkara framrættaðu orku til at gera nakað við trupulleikarnar, sum eru í okkara samfelag, og skapa umstøður fyri fleiri arbeiðsplássum her á landi, sigur Kaj Leo Johannesen.