Sambandið viðger støðuna av nýggjum

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum fer at viðgera støðuna, nú løgmaður ikki kann veita vissu fyri, at Heðin Mortensen sleppir tingsessinum. Eftir fund við Heðin Mortensen í gjár segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, seg hava staðfest, at Heðin Mortensen tekur ikki støðu til tingsessin, fyrr enn tað verður aktuelt. Løgmaðúr endurtók, at tað er Heðin Mortensen, sum eigur avgerðina.

Hetta góðtekur formaðurin í Sambandsflokkinum ikki.

-Eg kann bara staðfesta, at løgmaður ikki heldur ta avtalu, hann gjørdi við meg og Lisbeth L. Petersen fyri trimum árum síðani. Tí er hetta málið upp ein ella annan máta tikið inn í samgonguna, og tað haldi eg ikki vera rætt, segði Kaj Leo Johannesen við Útvarpið í gjárkvøldið.

Hann legði afturat, at hann nú fer at kalla tingbólkin saman, og at støðan har verður viðgjørd gjølla.

-Tað eru góðar kreftir, sum ikki ynskja, at eg komi út í landsstýrið, men vit fara at taka støðuna upp í Sambandsflokkinum og hyggja at, hvat vit gera nú, segði Kaj Leo Johannesen við Útvarpið.