Sambandið við foreldur nógv at siga fyri misnýt

UNG Á VANDAKÓS Sambandið við foreldrini hevur stóran týdning fyri, hvussu illa ung drekka ella roykja

Ung, sum lítið og onki eru saman við foreldrunum, roykja og drekka nógv verri enn ung, sum eru nógv saman við foreldrunum.
Tað vísir nýggja føroyska, íslendska kanningin um ungdómsviðurskifti.
Kanningin vísir, at av teimum dreingjum, sum drekka, er tað meiri enn ein fjórðingur, sum næstan aldrin er saman við foreldrunum og bara átta prosent av teimum, sum næstan altíð eru saman við foreldrunum, drekka.
Fyri genturnar eru støðan enn týðiligari, tí heili 42% av gentunum, sum drekka, siga, at tey eru at kalla ongantíð saman við foreldrunum.
Hinvegin siga 10% av teimum, at tey eru næstan altíð saman við foreldrunum.
Sama skilið er við roykingini, tí 12,5% av dreingjunum í 9. og 10. flokki, sum roykja dagliga, siga, at teir eru so at siga aldrin saman við foreldrunum og ein heilur fjórðingur av gentunum, sum roykja, siga tað sama.
Hinvegin siga 4% av dreingjunum, sum roykja, at teir eru saman við foreldrunum meiri enn fýra ferðir um vikuna og tað sama siga 3,5% av gentunum.
- Tað vísir seg sum um at føroyskar familjur duga ikki so væl at samskifta og at tað er torført hjá børnum og foreldur at tosa saman um ymisk viðurskifti, sum kanska vera mett at vera tabu-evni, heldur Firouz Gaini.
- Tann parturin av kanningini, sum er lagdur fram, er bara ein lítil partur. Tá ið vit hava granskað úrslitið meiri nágreiniliga, skilja vit kanska hendan partin um samskiftið ímillum børn og foreldur betri.
Hinvegin hevur atferðin hjá vinfólki eisini sera stóran týdning fyri drykkju hjá teimum ungu.
Meiri enn tveir triðingar av dreingjum og gentum, sum hava verið full seinasta mánaðin, tá ið kanningin varð gjørd, vísa á, at næstan øll teirra vinfólk hava eisini drukkið og helvtin sigur, at nógv av teirr vinfólkum eisini hava verið full.
Íslendska kanningin vísir eisini, at tann atferðin, sum í stóran mun elvir til misnýtslu, er rættiliga nógv broytt seinastu 15 árini.
Børnini eru nógv meiri saman við foreldrunum. Foreldrini eru farin at fylgja nógv betri við, hvat børnini fáast við og nógv av teimum ungu eru ikki longur so seint úti um kvøldarnar.
Somuleiðis er nógv fleiri farin at íðka ítrótt.