Sambandið skapar óttan

- Jú, verri Sambandsflokkurin stýrir, jú størri ótta skapar flokkurin, og tess størri undirtøku fær hann í veljarakanningum, sigur Høgni Hoydal í lesarabrævi í kvøld. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur í viðmerking til góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum í seinastu veljarakanningini, at føroyingar velja ríkisfelagsskapin, sum er so tryggur og stabilur.

Í lesarabrævi, sum Høgni Hoydal í kvøld hevur sent fjølmiðlunum, spyr hann, um tað er tryggleiki og stabilitetur, at bankar tríggjar ferðir í hálva øld eru koyrdir á heysin, samstundis sum føroyskir myndugleikar sita sum áskoðarar - uttan mál og mið.

- Er tað so, hevur orðið tryggleiki og stabilitetur mist sína meining. Og tað hava tey eisini undir hesi samgonguni. Øll virðir, hugtøk og prinsipp fyri samfelagið verða gjørd meiningsleys, heldur Høgni Hoydal.

Hann er slett ikki samdur við løgmanni í, at føroyingar sambært veljarakanningum velja ?ríkisfelagsskap og tryggleika?.

- Sannleikin er, at meirilutin enn velur teir flokkar, ið sambært síni skrá vilja fullveldi. Sambandsflokkurin sær út til at ganga fram ? jú, verri teir stýra og jú meira ótryggleika teir skapa. Hetta er óttin, sum Sambandsflokkurin sjálvur roynir at skapa við øllum sínum undirbrotligu úttalilsum og vantandi politikki.

Høgni Hoydal sigur, at ótryggleikin, sum Sambandsflokkurin skapar, gevur teimum politiska framgongd.

- Loyvi mær tó at ivast í, at hetta er veruleikin. Havi nógv størri álit á føroyska veljaranum enn, at fólk veruliga stuðla hesi ábyrgdarfráskriving og antipolitikki, sigur Høgni Hoydal í lesarabrævi í kvøld.