SUÐUROYAR VALDØMI
Hevði løgtingsvalið havt verið hóskvøldið í síðstu viku, hevði Sambandsflokkurin vunnið eina sovorðna støðu í Suðuroy, sum hann ikki hevur havt í 45 ár. Hetta hevði gingið út yvir Tjóðveldisflokkin, sum sambært veljarakanningini hevði langt frá at endurvinna sessin, sum teir á flestu valunum síðani 1970 hava átt.
Javnaðarflokkurin varðveitir støðuna sum nógv tann størsti flokkurin í Suðuroyar valdømi. Sambært kanningini fer hann at endurvinna teir báðar sessirnar, sum hann í minst lagið hevur vunnið á øllum valunum síðani í 1936.
Í kanningini fær Javnaðarflokkurin fyrsta mannin við 40,5 prosentum, Sambandsflokkurin fær annan mannin við 31,3 %, Javnaðarflokkurin triðja mannin við 20,25 %, og Sambandsflokkurin fjórða mannin við 15,65 %. Í kanningini hevur Javnaðarflokkurin 13,5 % í kappingini um triðja mannin.Tað er meiri, enn Fólkaflokkurin hevur við 12,1 % og meiri enn Tjóðveldisflokkurin, sum hevur 11,6 prosent.
Framúr sambandsstøða
Tað er ikki púra ókent, at Sambandsflokkurin hevur átt tveir valdømisvaldar tingmenn í Suðuroy, men nú er tað langt síðani, at tað kom fyri. Í vælmaktsdøgunum hjá Paula Ellefsen seinnapartin av sjeyti árunum og fyrrapartin av áttati árunum, tá ið Sambandsflokkurin hevði sera sterka støðu, eydnaðist tað ongantíð.
Vit skulu heilt aftur til 1954 fyri at finna síðsta valið, tá ið Sambandsflokkurin vann tveir valdømisvaldar í Suðuroy. Ta ferðina vórðu bæði Kristian Djurhuus og Andreas Djurhuus valdir. Á valinum í 1958 varð Kristian Djurhuus valdømisvaldur og Andreas Djurhuus eykavaldur, og síðani hevur Sambandsflokkurin hvørja ferð átt ein valdømisvaldan tingmann í Suðuroy.
Nú tykjast góðir møguleikar vera fyri, at Sambandsflokkurin í Suðuroy skal endurvinna støðuna, sum teir áttu, tá ið Kristian Djurhuus hevði verið løgmaður í fýra ár. Sammett við løgtingsvalið i 2002 vinnur Sambandsflokkuin í Suðuroy 5,3 %, og tað kann ikki sigast annað enn at vera stórsigur.
Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir átt tríggjar valdømisvaldar tingmenn í Suðuroy. Síðsta ferðin, at teir rukku so góðum úrsliti í Suðuroy, var í 1990. Sambært stóru kanningini hóskvøldið er møguleikin fyri trimum valdømisvaldum javnaðarumboðum í Suðuroy ikki heilt burtur. Hann er nærri, enn møguleikin fyri at Tjóðveldisflokkurin skal endurvinna sína umboðan tykist vera og enn at Fólkaflokkurin skal vinna valdømisvaldan tingmann. Men skal tað eydnast hjá javnaðarmonnunum at vinna triðja mannin, so skulu teir hesa síðstu vikuna í valstríðnum vinna meiri enn tvey prosent inn á Sambandsflokkin.
Tjóðveldið aftan fyri Fólkaflokkin
Sum allar aðra staðni kring landið, so tykist Tjóðveldisflokkurin at gerast stóri taparin í Suðuroy. Teir standa til at missa 6,9 prosent. Harvið skal nógv komandi týsdag venda upp, sum nú vendir niður, um umboðið skal endurvinnast. Sambært kanningini fær Tjóðveldisflokkurin tveir eykavaldar tingmenn. Tað er møguleiki fyri, at annar verður valdur í Suðuroy, men tann møguleikin er ikki serliga eyðsýndur, nú undirtøkan er minkað niður í 11,6 prosent.
Fyri aðru ferð hevur Fólkaflokkurin landsstýrismann úr Suðuroy. Fyrru ferðina eydnaðist tað ikki at vinna tingsess burtur úr umboðanini. Kanningin hóskvøldið bendir á, at tað heldur ikki við Jacobi Vestergaard fer at eydnast Fólkaflokkinum at vinna valdømisvaldan mann í Suðuroy. Men Fólkaflokkurin tykist vera farin framum Tjóðveldisflokkin, sum við tveimum undantøkum (1978?1980 og 1994?1998) hevur átt valdømisvaldan mann í Suðuroy.
Síðst Fólkaflokkurin í Suðuroy átti valdømisvaldan tingmann var í 1950, tá ið Martin Holm, sáli, varð valdur. Í 1958 varð Niels Holm Jacobsen eykavaldur fyri Fólkaflokkin í Suðuroy, men síðani 1962 hevur Fólkaflokkurin einki umboð havt í Suðuroy.