Sambandið og framhaldandi samband

EINA viku undan at hvítbókin um møguleikar og fyritreytir fyri fullveldi verður almannakunngjørd, legði Sambandsflokkurin týsdagin fram sítt boð upp á, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða skipað í framtíðini.

EINA viku undan at hvítbókin um møguleikar og fyritreytir fyri fullveldi verður almannakunngjørd, legði Sambandsflokkurin týsdagin fram sítt boð upp á, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða skipað í framtíðini.


NÚ hava vit tríggjar møguleika at velja í millum:

?ætlanina hjá landsstýrinum um fullveldi

? uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýri, men tó í ríkisfelagsskapi, og

?uppskotið hjá sambandsflokkinum um at dagføra heimastýrislógina.


OG so er spurningurin, hvat Føroya fólk ynskir. Veljarakanningarnar hava víst, at undir 15 prosent vilja ikki halda fram við heimastýrislógini. Bara eini 20 prosent vilja hava ta »gomlu loysingina« hjá Tjóðveldisflokkinum, men eisni 40 prosent siga seg taka undir við fullveldisætlanini nú. Fyrr í vár var talið nakað minni, og tá tóku eini 35 prosent undir við hugsjón Javnaðarfloksins um økt sjálvstýri. Fara vit aftur til kanningarnar, sum vórðu gjørdar, áðrenn fullveldishugsjónin kom fram, mæltu eini 45 prosent til nakað sum lá millum heimastýrislógina og loysingina - v.ø.o. økt sjálvstýri.


HETTA bendir á, at Sambandsflokkurin neyvan hevur stóra undirtøku fyri sínum uppskoti. Hóast flokkurin hevur førkað seg nakað, so ynskir føroyingurin helst meira enn eina dagføra heimastýrislóg. Føroyingurin vil hava størri sjálvstýri og størri ábyrgd fyri hesum landi og hesi tjóð. Føroyingurin vil sleppa undan, at danir skulu gjalda vælferðina í Føroyum í framtíðini.


ENN ber ikki til at greina uppskot Sam-bands-ins, tí tað er bara komið út í yvirskriftum, og nakað nýtt hevði floksformaðurin Edmund Joensen sum so ikki at bera fram á tíðindafundinum. Afturímóti er tað gagnligt fyri orðaskiftið, at Sambandsflokkurin nú kemur við sínum íkasti til framtíðarstøðu Føroya. Men enn sum áður mugu vit spyrja, hví flokkurin hótti við at slíta ikki minni enn tvær samgongur, tá Javnaðarflokkurin mælti til at seta eina stjórnmálanevnd at kanna øll viðurskifti í ríkisfelagsskapinum og koma við uppskotum um framtíðarstøðu Føroya. Hóats Sambandsflokkurin kundi vísa til orðingar í einum samgonguskjali, setti flokkurin ein demokratiskan meiriluta í Løgtinginum til viks, og samstundis legði flokkurin út slóðina fyri tí polarisering sum tók seg upp.


SAMANUMTIKIÐ staðfestir uppskotið hjá Sambandsflokkinum at flokkurin vil bara samband. Og broytingarnar er neyvan nakað, ið kann verða grundarlag undir samráðingum.