Sambandið fyrstu ferð í meira enn 60 ár

At samgonguflokkarnir allir hava átt landsstýrisumboð í Norðoyggjum sæst ikki aftur í undirtøkuni

Fer tað at eydnast fólkaflokkinum at varðveita tveir umdømisvaldar tingmenn. Ella fer tað at eydnast tjóðveldisflokkinum fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna tveir umdømisvaldar tingmenn. Ella fer tað aftur at eydnast sjálvstýrisflokkinum at fáa ein umdømisvaldan tingmann.
Hetta hava verið spurningar, sum hava verið vendir í politiska orðaskiftinum í Norðoyggjum.
Spurningarnir og metingarnar eru ikki so undarligar. Valdømið hevur havt góða politiska umboðan í hesum valskeiðnum. Umframt teir fýra umdømisvaldu tingmenninar, so hevur Norðoya valdømi átt tríggjar landsstýrismenn, og teir hava ikki havt tær minstu uppgávurnar: løgmaður og formaður í fólkaflokkinum, landsstýrismaður í fíggjarmálum og landsstýrismaður í oljumálum og hesa seinastu tíðina formaður í sjálvstýrisflokkinum.
Hvussu tað verður komandi fýra árini fæst ikki at vita, fyrrenn týskvøldið 30. apríl. Men um norðoyingar fara at atkvøða soleiðis um góðar tríggjar vikur, sum teir høvdu gjørt, um val var í hesi vikuni, so hevði býtið av teimum fýra umdømisvaldu tingmonnunum verið øðrvísi, enn møguleikarnir, sum eru nevndir omanfyri.
Sambandsflokkurin hevði fingið fjórða umdømisvalda tingmannin, og fólkaflokkurin hevði mist annan av sínum. Sambandsflokkurin hevur ikki átt umdømisvaldan mann í Norðoyggjum, síðani á løgtingsvalinum, sum var 30. januar í 1940. Tá áttu Norðoyggjar tveir umdømisvaldar tingmann. Annar var Jacob Heinesen fyri fólkaflokkin (tá hann fórst við Ekliptiku kom Heine Justinussen á ting fyri hann), og hin var O. F. Joensen fyri sambandsflokkin.
O. F. Joensen ella Óli í Skúla var afturvaldur í 1943, í 1945 og í 1950, men tá var hann eykavaldur. Eli Nolsøe umboðaði sambandsflokkin í Norðoyggjum sum eykavaldur í 1978 og í 1980, men síðani 1984 hevur verið øskukalt hjá sambandinum í Norðoyggjum.
Nú bendir kanningin í hesi vikuni á, at tað aftur fer at bragda. Spurningurin er so, hvør verður valdur. Í Norðoyggjum duga tey ikki at siga, um talan er um nakað upplagt høvuðsvalevni. Á tíðindafundinum, sum sambandsflokkurin hevði fyrr í vikuni, var eitt valevni úr Norðoyggjum. Tað var Magni Laksáfoss. Seinast fekk Betta Joensen, sum umboðar flokkin í Klaksvíkar býráði, flestu persónligu atkvøðurnar, men hon er ikki á listanum hesa ferð.
Dregur ikki
Í Danmark tosa teir um statsministereffekt. Tað vil siga, at nógvar atkvøður verða drignar til flokkin hjá forsætismálaráðharranum og serliga í valdøminum, har hann er valdur.
Sambært kanningini í hesi vikuni ger hetta seg ikki galdandi í valdøminum hjá løgmanni. Ivaleyst eigur hann einasta sessin hjá fólkaflokkinum. Jógvan við Keldu og hini á listanum skulu so kappast um næstfremsta plássið, sum ivaleyst ber pláss sum eykavaldur við sær, og triðja plássið, sum ber tingsess við sær, um Anfinn Kallsberg heldur fram í Tinganesi.
Sjálvstýrisflokkurin er illa fyri. Eyðun Elttør er vorðin formaður. Men hóast úrslitið í hansara valdømi er væl betri, enn tað er í landinum sum heild, so tykist tað ikki, sum oljumálaráðharrin verður tingmaður.
Um Karsten Hansen skal gerast tingmaður, so skal hann sambært kanningini syfta Heina O. Heinesen. Sambært kanningini letur tað ikki til, at tjóðveldisdreymurin um tveir tingmenn í Norðoyum verður veruleiki.