Sambandstingmaður vil hava floksfelaga í Vinnumálaráðnum at svara uppá, um landið hevur skyldu at syrgja fyri, at busssamband er við allar bygdir í Føroyum við vegasambandi Helgi Abrahamsen vil eisini hava at vita frá Johan Dahl, um kunngerðin er lýst, sum sambært lógini um fólka- og farmaflutning, skal áseta almennu flutningsskylduna á landi. Og um hon ikki er lýst, nær hon so verður lýst.
Sambandstingmaðurin vil eisini hava vinnumálaráðharran at svara uppá, um krøvini til fólka- og farmaflutning verða fylgd. Um ikki, so hvat hann ætlar at gera fyri at uppfylla krøvini.










