Sambandið brúkar 500.000

Nú hevur eisini Sambandsflokkurin kunngjørt, hvussu nógv flokkurin nýtir av pengum í valstríðnum Sjálvstýrisflokkurin var fyrstur á vøllinum við almannakunngerð av, hvussu nógvan pening, flokkurin nýtir í valstríðnum. 350.000, var talið.

Síðani kom Tjóðveldi »út úr buskinum« og kunngjørdi, at teir nýta 700.000 krónur til at promovera seg til løgtingsvalið.

Javnaðarflokkurin hevur ikki upplýst nakað eksakt tal, men á Rás2 upplýsti Kristian Magnussen, at flokkurin brúkti »væl meira enn tað« og sipaði til upphæddina hjá Tjóðveldinum.

Nú hevur so eisini Sambandsflokkurin upplýst alment, hvussu nógvan pening teir nýta í valstíðnum upp undir løgtngsvalið. Á tíðindafundinum í mogrun, har teir saman við Tjóðveldi boðaðu frá hólmgongufundunum, upplýsti Kaj Leo Johannesen, formaður, at Sambandið nýtir 500.000 krónur í valstíðnum.

Sostatt eru tað bert Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, sum ikki sjálvbodnir eru komnir alment fram við nøkrum krónutali, hvar teir nýta av peningi fram til løgtingsvalið.