Annað valið uppí slag hevði Sambandsflokkurin eina afturgongd á meira enn tvey prosent. Flokkurin hevur tilsamans mist fimm prosentstig seinastu tvey valini.
Á valinum í 2002 gjørdist Sambandsflokkurin tann stóri sigursharrin, tá flokkurin fekk 26 prosent av atkvøðunum. Hetta var ein framgongd á heili átta prosent.
Á valinum í 2004 vístu veljarakanningar, at flokkurin fór at fáa framgongd, men flokkurin stóð seg illa í valstríðnum og fekk tá avtornaði bert 23,7 prosent av atkvøðunum. Afturgongdin var 2,3 prosent. Sambandsflokkurin hevði ta størstu afturgongdina í prosentum, men var tó framvegis størsti flokkur í atkvøðum, hóast Tjóðveldi fekk fleiri tinglimir.
Valið 2008 gjørdist heldur soltið hjá Sambandsflokkinum, og hann gjørdist aftur tann flokkurin, sum misti mest í prosentum. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd á 2,7 prosent og fekk 21 prosent av atkvøðunum tá samanumkom. Flokkurin varðveitir tó sínar sjey tinglimir.
Sambandsflokkurin hevur tí tvey val á rað havt ta størstu afturgongdina mátað í prosentum og er farin úr 26 prosentum í 2002 niður í 21 prosent í 2008.
Stór afturgongd á tveimum valum á rað setir stór spurnartekin við, hvussu Sambandsflokkurin hevur megnað at ført valstríð seinastu tvær ferðirnar. Leiðslan má seta sær spurningin, hvat hon ger skeivt, tá hon megnar at vera tann flokkurin, sum missir mest í prosentum tvey val á rað.