Eirikur Lindenskov
Stórheitstíðin hjá Sambandsflokkinum var, tá føroysku politikkur einans snúði seg um ríkisrættarligu støðuna. Fram til 1928, tá Javnaðarflokkurin kom á ting, vórðu bara Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin umboðaðir á tingi. Vanliga var Sambandsflokkurin tann størri.
Hóast Sambandsflokkurin øll árini síðani hevur verið millum teir fýra stóru flokkarnar, so skulu vit leita heilt aftur til 1936 fyri at síggja ein Sambandsflokk, sum er eins stórur, og flokkurin nú er sambært veljarakanningini.
Pauli Ellefsen fekk flokkin aftur í front í sjeyti- og áttatiárunum - men so klárt í front, sum Kaj Leo Johannesen tykist vinna flokkin, tað hava vit ikki sæð síðani 1936.
eirikur@sosialurin.fo









