Fótbóltur
Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at runavíkingar hava havt í hyggju at styrkja um leikarahópin við einum áleypara til komandi kappingarár, og at Sonni L. Petersen fyri stuttum gjørdi av at fara til EB/Streym, hevur helst bara økt um tann tørvin.
Marcello aftur á klettarnar
Nú bendi so alt á, at felagið hevur funnið tann leikaran, sum skal fylla hetta plássið, og talan verður um ein leikara, sum áður hevur havt sína gongd í føroyskum fótbólti.
Marcello Marcelinho leikti í árunum, 1999-2002 við B68, og serliga í 2001 fekk kviki framherjin orð á seg sum ein sera vandamikil harri.
Árið í 2002 fekk hann fyri ein stóran part oyðilagt av skaðum, og tá toftamenn í fjør fóru at satsa alt meira upp á leikarar, sum vóru uppaldir í felagnum, var ikki longur rúm fyri brasilsku leikarunum.
Hetta nýtti ein teirra, Messias Perreira, til at skifta bústað inn í Runavíkina, og fyri hansara viðkomandi má sigast, at talan var um eitt sera væl eydnað skifti. Sum miðverji taldist hann í fjør millum bestu leikararnar í føroysku kappingini, og nú tykist Marcello ætla sær at gera honum kynstrið eftir.
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á NSÍ-formanninum, Jákup Mortensen, og ítróttar-samskipain, Valdimar Olsen, tykist ikki vera serliga nógv fyri at gera viðmerkingar til málið.
- Vit arbeiða sjálvandi við at styrkja um hópin, men meira enn tað sama fái eg ikki sagt í løtuni. So leingi sum eingin endalig avtala er komin í lag, kunnu vit ikki siga, hvørjar leikarar vit hava í hyggju at fáa til felagið, so frá okkum kemur eingin útmelding her og nú, sigur Valdimar.
Sambært keldum okkara er tó einki at fara skeivur í, at Marcello verður á NSÍ liðnum í summar. Sum skilst, so er tað í løtuni bert pappírsarbeiðið við innflytara- og arbeiðsloyvum, sum skal fáast í rættlag, og tá Marcello undan hesum jú hevur verið trý ár í Føroyum, so skuldi hetta heldur ikki verið tann heilt stóri trupulleikin.