Eingin ivast í, hvør uppgávan og avbjóðingin er hjá nýggja B71 venjaranum, sum burtur úr óroyndum sandoyingum og fremmanda monnum arbeiðir við at mynda lið, ið hevur sum setning at sleppa undan niðurflytingini
Í ár verður aftur sunnudagsfótbóltur á Sandi. B71 vann næstbestu deildina í fjør, og harvið er Sandoy aftur við í fremstu røð. Tað ber við sær størri fokus á felagið og oynna, og tað er hugaligt. Uppflytingin ber eisini við sær herd krøv til umsitingina og kringumstøðurnar. FIFA ásetingar skulu lúkast, og tað er stór avbjóðing hjá lítlum felag, sum verður borið av eldsálum í fólkafátækasta økinum undir Formulaliði. Tað er stór avbjóðing hjá teimum í felag, sum kenna tað vera stóran bita at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Tá ið B71 trein inn á fremsta fótbóltspallin í 1989 var tað sum dansur á rósum. Sandoyingar vunnu FM fyrsta árið. Síðani hevur tað verið upp og niður. Liðið hevur verið í fremstu røð í 1989-1990, 1992-1997 og 1999-2001. Steðgurin í næstbestu deildini hevur hesa ferð verið fimm ár, og nú B71 aftur er í fremstu røð, er talan so at siga um heilt nýtt ættarlið av fótbóltsspælarum.
Superveteranurin Eli Hentze, sum 1. september verður 38 ár, hevur verið á besta liðnum síðani í 1986, tá ið B71 var í 3. deild. Hann er tann einasti eftir frá meistaraliðnum í 1989. Flestu av hinum minnast av góðum grundum ikki til, tá ið sandoyingar bergtóku føroyska fótbóltsheimin.
At talan er nýtt ættarlið við fáum royndum verður undirstrikað av, at í hópinum, sum fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, eru bara fimm spælarar, sum eisini vóru á liðnum, tá ið B71 í 2001 síðst var í bestu deildini – Eirikur Poulsen, Símun Hansen, Jónsvein Thomsen, Eli Hentze og Tummas Pauli Olsen, ið sum 16 ára gamal bara var nakrar fáar minuttir á vøllinum í 2001.
Fyri at styrkja um fyritreytirnar hevur B71 fingið hjálp úr útlandinum. Tað eru altso sandoyingar og útlendingar, sum skulu stríðast fyri at halda B71 í bestu deildini.
Wellington Soares og Clayton Soares eru góðir gamlir kenningar úr Brasilia, og nú eru tveir aðrir brasiliumenn á Sandi og spæla fótbólt.
Í fjør var Dragan Kovacevic úr Serbia venjari á Sandi. Nú er hann venjari á Skála, og B71 hevur gjørt avtalu við enn ein serba um at hava ábyrgdina av liðnum. 36 ára gamli Dusan Mokan er 36 ára gamal, og hann hevur UEFA A-lisens. Tvey ára sáttmáli er gjørdur við Dusan, og hann og spælararnir og eldhugaðu viðhaldsfólkini eru greið yvir, at tað fyrst og fremst verður á heimavølli, at stigini skulu vinnast, sum skula tryggja, at tað eisini í 2008 verður sunnudagsfótbóltur á Sandi.