Sambýlini tyngja játtanina til heimarøktina alt ov illa

Sambýlini eiga at fáa eina játtan fyri seg sjálvan, tí sum er, drena tey heimarøktina fyri pening, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya

Heimarøktin

? Politikararnir mugu hyggja at heimarøktini við øðrum eygum, enn teir hava gjørt.
Tað heldur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Hon hevur ongar viðmerkingar til tað, sum hevur verið sagt og skrivað ímillum Lansstýrismannin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu og økisleiðararnar fyri heimahjálpina um teirra fíggjarliga førleika at stýra játtanini til heimarøktina.
Men hon sigur, at tað er ein veruleiki, at hóast játtanin til heimarøktina veksur, verður minni og minni av pengum til tey, sum hava brúk fyri heimarøkt av ymsum slagi.

Sambýlini fyri seg
Hon heldur, at ein orsøk er, at tað eru komin so nógv sambýli ymsastaðni í landinum hesi seinastu árini.
-?Útreiðslurnar til sambýlini verða tiknar av játtanini hjá heimarøktini.
Júst tað heldur Ása Olsen er ein trupulleiki.
? Sambýlini eru dýr at reka, tí tey eru mannað við fólki alt samdøgurið.
Hon sigur, at tí er støðan tann, at sambýlini drena heimarøktina fyri pengar og tað heldur hon, er ein orsøk til, at heimarøktin altíð er við skerdan lut.
?Í Sambýlum hava fólk røkt 24 tímar um samdøgurið. Høvdu somu fólkini verið heima, høvdu tey fingið røkt nakrar fáar tímar. Tì eru sambýlini ómetaliga tyngjandi fyri játtanina hjá heimarøktini, og tí koma hesi áhaldandi krøvini um sparingar, sigur forkvinnan í heilsuhjálparafelagnum.
? Har, sum sambýlini eru, er tað ómetaliga trupult at fáa endarnar hjá heimarøktini at hanga saman.
Tí heldur hon avgjørt, at hesi bæði økini áttu at verið skild sundur, so at sambýlini høvdu eina serskilda játtan á fíggjarlógini.
Avleiðingin av støðuni, sum er nú, er, at tey, sum liggja á sambýlunum, verða væl og virðiliga røkt, men tey, sum eru heima, fáa alt og vánaliga røkt.
Hon heldur ikki, at politikararnir hava gjørt sær greitt, hvat sambýlini bera í sær.
?Sambýli verða bygt og so halda politikarar, at tey skulu røkja somu skyldur sum røktarheimini. Men neyðug játtan fylgir ikki við, leggur hon afturat.

Rætt at seta eitt mark
Men, hvat sigur tú so til, at heimarøktin boðar frá, at tey ikki eru før fyri at taka fleiri fólk í heimarøkt fyribils?
? Er tað so, at sjúkrahúsini spara við at skrivað fólk út, ?upp á nakkan ? á heimarøktini, fyrrenn enn tey annars skuldu at verðið, uttan at heimarøktin fær meiri pening at arbeiða við, er púra rætt at tala at og at gera vart við seg við ikki at taka fleiri brúkarar í heimarøkt.
? Tá ið eitt røktarheim er fult, so er tað fult og tekur ikki fleiri fólk inn. Heimarøktin kann heldur ikki strekkja seg í ta óendaliga og tí haldi, eg, at tað er rætt at seta eitt mark og nokta at taka fleiri fólk í skipanina, fyrrenn játtanin hækkar.
? Tað kann ikki verða rætt, at sjúkrahúsini sleppa at spara við at leggja eyka byrðar á heimarøktina, uttan at heimarøktin fær tilsvarandi játtan.
Hon vísir á, at tað er eisini ein spurningur um at geva teimum fólkunum, sum eru í skipanina, eina forsvarliga tænastu. Skal heimarøktin blíva við at taka fólk í skipanina, kann tað enda við, at røktin verður so smábýtt, at ongin fær eina forsvarliga røkt.
Sosialurin hevur eisini fingið upplýsingar, sum benda á, at júst hetta er støðan, tí tað kemur meiri enn so fyri, at sjúkrahús útskriva sjúklingar ? til maksimala heimarøkt?, sum sjúkrahúsið sigur.
Men slík boð tekur Heimarøktin als ikki til eftirtektar. Tað er altíð Heimarøktin sjálv, sum ger eina fakoiga meting og sostatt ger av, hvussu nógv røkt, hvør einstakur fær.