Sambýlið í Smærugøtu einaferð enn

Hvør hevur ábyrgdina, tá myndugleiki fremur mismun (diskriminering) móti fólki við menningartarni?

Allir politisku flokkarnir skrivaðu grein í blaðnum Javni upp undir seinasta løgtingsval. Nógvar góðar hugsanir og ætlanir vóru lýstar í vøkrum orðum og festar á blað. Men nú, ið fólk við menningartarni renna seg í óvæntaðar trupulleikar, tá tey eru í ferð við at seta búgv í einum vanligum sethúsum í einum vanligum íbúarøki í landsins høvuðsstaði, hoyrist onki til hesar landspolitikararnar, hóast trupulleikarnir hava verið væl lýstir seinastu tíðina í teimum skrivaðu fjølmiðlunum, og hóast rættartrygdin hjá hesum minni mentu borgarunum nú er í váða.
Sum fólk flest vita so merkir rættartrygd, at øll fólk verða viðgjørd eins eftir almennum lógum og reglum.
Seinasta heyst, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri árið í ár var framlagt, vísti tað seg at ongin játtan var í uppskoti til rakstur av nýggjum bústøðum til borgarar við menningartarni, hóast Serstovnadeildin undir Almannaráðnum hevði eina vælgrundaða umsókn um slíka játtan. Tað eydnaðist tó felagnum Javna við tógvi stríð, at fáa landsins myndugleikar til at viðganga tað órímiliga í at nokta hesi játtan, soleiðis at tá fíggjarlógin fyri árið í ár var endaliga samtykt á Føroya Løgtingi, var peningur játtaður til rakstur av nøkrum nýggjum bústøðum í sambýlum til fólk við brekinum menningartarni. Øll vóru glað og eisini sera takksom fyri, at hetta við bit og slit eydnaðist umsíðir.
Nú ið árið í ár fer at halla, vísir tað seg, at eini sethús í Smærugøtu í høvuðsstaði okkara Tórshavn, sum vóru keypt til sambýli hjá nøkrum fólkum við menningartarni, bert hava 2 fólk búgvandi í staðin fyri 5, sum annars ætlað, at rakstrar-játtanin á fíggjarlógini m.a. eisini skuldi nýtast til.
Orsøkin tykist óvanliga fløkt smb. tað innlit Javni hevur fingið í skjølini í sakini - men orsøkin er, at summir av borgarunum í grannalagnum hava klagað til Tórshavnar Kommunu. Fyrst var tað um, at hesi sethúsini í heila tikið skuldu brúkast til sambýli hjá fólki við menningartarni. Tey høvdu ta áskoðan, at nýtslan av sethúsunum stríddi ímóti byggisamtyktini fyri økið. Tey meintu eisini, at teirra egnu hús fóru at missa virði av nýggju menningartarnaðu grannunum. Og endiliga at hetta skapti ótryggleika fyri børn teirra. Hóast hesa klagu hava sethúsini verið nýtt til sambýli hjá hesum 2 fólkunum alt hetta árið.
Tíðliga í summar varð farið at tillaga innrættingina av sethúsunum, so at tey kundu "útnyttast" betri - soleiðis at 3 fólk afturat kundi búleikast har í sambýli.
Nakrir heilt fáir av somu grannunum klagaðu nú aftur til Tórshavnar Kommunu, hesuferð um at tillagingin av innrættingini í sethúsunum stríðir ímóti byggisamtyktini, sum krevur byggiloyvi í slíkum føri.
Tórshavnar Kommuna steðgar nú arbeiðinum við at tillaga innrættingina í sethúsunum og hóttir við fútaforboð, um ikki steðgað verður alt fyri eitt. Fyri at kunna halda fram krevur Tórshavnar Kommuna byggiloyvi.
Fyri frið skuld verður søkt um hetta byggiloyvið, men á fundi í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri á leið 14 døgum síðani, kom byggi- og býarskipanarnevndin til ta niðurstøðu, at sambýlið bert kundi fáa byggiloyvi til tillagingarnar av innrættingini treytað av, at sambýlið kundi fáa grannaváttan. Hetta vil sambýlið ikki av teirri einfaldu orsøk, at tað ongantíð fyrr, sovítt man hevur kunnað fingið uppspurgt, hevur verið kravt byggiloyvi til broytingar av innrættingini í vanligum sethúsum.
Eftir tí, sum avvarðandi býráðspolitikarir eftirfylgjandi hava úttalað og smb. tey skjøl í sakini, Javni hevur fingið innlit í, eru teir nú eisini farnir at ivast í, um hesi somu sethús í Smærugøtu kunnu verða nýtt til sambýli hjá fólki við menningartarni smb. byggisamtyktini. Soleiðis er nú hetta mál fløkt upp í ein ellibita.
Tað sum Javni nú vinarliga loyvir sær at spyrja avvarðandi landspolitisku myndugleikarnar um er:

1.Kann eitt bygda- ella býráð, hava eina byggisamtykt, sum kann tulkast tann vegin, at menningartarnaðir borgarar ikki fáa loyvi at búgva í vanligum sethúsum í einum vanligum sethúsaøki, tá hesi verða brúkt sum sambýli?

2.Kann eitt eigarafelag ella nakar annar gera reglar, sum kunnu tulkast soleiðis, at teir útihýsa menningartarnaðum borgarum at seta búgv í sambýlum í vanligum sethúsaøki?

3.Kann eitt bygda- ella býráð praktisera byggireglar og seta krøv um byggiloyvi á ein strangari hátt í teimum sethúsunum, har menningartarnaði fólk búgva, enn í teimum sethúsunum, har "vanlig" fólk búgva?

4.Um svarið er ja uppá nakran av hesum trimum spurningunum, er so ikki talan um mismun (diskriminering)? Og brot á grundleggjandi mannarættindi?

5.Um talan er um mismun í nøkrum av hesum førum, hvør myndugleiki hevur so evstu ábyrgdina av at verja hesi fólk móti slíkum mismuni? Og endiliga - hvat ætlar hesin myndugleiki í so fall at gera fyri at forða fyri, at slíkur mismunur nakrantíð kann verða framdur aftur?

Hóast Javni ikki er beinleiðis partur í hesum mál-inum, so umboða vit tey fólk, sum bera brekið menningartarn, t.v.s. teir av okkara borgarum, sum eru allarveikast og ikki kunnu svara fyri seg sjálvan.
Javni metir hetta sum eitt sera grundleggjandi ("prinsipielt") mál, eftirsum tað snýr seg um rættartrygdina hjá hesum okkara veikastu borgarum. Og - einaferð afturat - rættartrygd merkir jú, at man viðgerð øll fólk eins eftir almennum lógum og reglum. Og ikki ger mismun, soleiðis sum Tórshavnar Býráð eftir okkara bestu sannføring hevur gjørt í hesum málinum.
Vónandi fáa vit rætta viðkomandi at svara øllum hesum 5 spurningunum alment sum skjótast, soleiðis at vit og øll onnur greitt fáa at vita, hvar fólk við menningartarni eru í okkara rættarskipan.