Løgreglan varð í nátt eina ferð kallað út í sambandi við Voxbotn. Hetta var, tá ið ein kvinna sparkað og slóð frá sær og ikki vildi fara av økinum. Tveir mans fóru til hendurs í vesturbýnum, og eisini tá varð løgreglan boðsend.
Men annars vóru ikki nógv boð eftir løgregluni í nátt. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at frá klokkan 22.00 í gjárkvøldið vóru fleiri samarittar á økinum, sum tóku sær av teimum, sum høvdu drukkið ov nógv og annars høvdu tørv á hjálp.
- Áður var tað løgreglan, sum tók sær av hesum fullu fólkum á festivalum, men tað taka samarittarnir sær av nú, sigur vakthavandi og vísir á, at tað hevur lætt um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluni.
Vakthavandi heldur eisini, at vaktirnir hjá Voxbotn traðkaðu í karakter og kliptu armbond hjá fólki, sum skikkaðu sær illa. Og sostatt vórðu færri støður, har tørvur var á løgregluni.