Samanstoytur í Norðsjónum

Eitt bingjuskip og eitt tangaskip, sum er fermt við parafini, stoyttu í morgun einar 16 fjórðingar úr niðurlendsku strondini.

Niðurlendska sjóverjan sigur, at eitt fimm ferðir seks metrar stórt hol kom á skrokkin á tangaskipinum, og at parafin rennur út ígjøgnum holið.

Ein talsmaður fyri sjóverjuna sigur, at 25 mans eru við tangaskipinum, sum er grikst. 12 mans eru við bingjuskipinum, sum er skrásett á Kýpros.

Niðurlendsku myndugleikarnir hava sent bjargingarskip á staðið. Tey hava millum annað oljusperrur.