Samanspæl

”Hvat skal mann gera nú tvær hugsanir stoyta saman, spurdi Knút. - Annar parturin verður jú taparin og dømdur til glatan. - Mann skal ikki stoyta saman svaraði Æðan, - mann skal hittast. - Er tað ikki júst tað vit gera? Spurdi Knút .- Kanska, segði Æðan.”

Orðini eigur Kurt L. Frederiksen: Edderfuglens rejse. En roman om Knud Rasmussen og den 5. Thule-ekspedition.

 

Kom at hugsa um skaldsøguna, nú vit hava fingið eina nýggja dimensión/konflikt innan føroyskan politikk. Vit hava vinstra og høgra, vit hava fyri og í móti loysing og nú eisini fyri og í móti at nýta kristindómin sum grundarlag fyri lóggávu okkara.

Nú kann henda nýggja dimensiónin tykjast at vera ein dimensión uttan nakra andsøgn ella mótdimensión. Lættari er við vinstru og høgru. Søguliga er eingin ivi um, hvat er hvat. Fyri og móti loysing básast á sama hátt. Men nýggja dimensiónin er meira trupul í so máta. Tí hvat er mótsetningurin til tað kristiliga? Mær vitandi er eingin mótsetningur. Onkur vildi sagt: antikrist. Men her gerst jú spinnandi galið við argumentatiónini. Onkur annar vildi sagt, at talan er als ikki um eina dimensión. Tí nógv tann størsti parturin av okkum eru kristin. Annar vildi sagt, at tað er líkamikið, hvat ein sigur um hesi viðurskifti. Tað eru gerningarnir, sum eru avgerandi.

Er tað síðsta, eg nevni rætt, er í grundini einki at óttast. Tí so er kristiligi politiski boðskapurin her at skilja sum annað politisk tos. Og ikki annað. Praksis vil so vísa, um okkara krisitligu eru nógv øðrvísi enn somu menn aðrastaðni. T. d. í Italiu, Týskalandi ella USA. Tíverri kunnu hesir ikki sigast at vera nakað framúrskarandi dømi um rættvísi. Ella manglandi korruptión. Kanska eru okkara frægari. Spurningurin er aktuellur. Hví eru væl øll greið yvir.

Kann ein politisk hugsjón selja seg upp á kristiliga grundsjónarmiðið? Ella er politiska hugsjónin ov veik til veruleikan. Her skal kryddrast við kristindómi.

At vit hava fingið eitt kjak um hesi viðurskifti vísir, at demokratiið eisini er til her. Hóast vit snáva, har snávast kann. Men tað skal dirvi til bæði at vera fyri og ímóti í hesum kjaki. Í so máta er tað gott at siga sum er. Hvar ein stendur politiskt. Um tað so kann brúkast til nakað, er ein heilt onnur søga. Vit hava fyrr sæð dømi um at boða kærleikan við hóttan, konfrontatión og báli.

Talan kann vera um eina døgnflugu. Og so er livitíðin avmarkað. Politisk innlit sigur, at flugan ger seg meira óhugaverda, enn hon er. At brúka kristindómin sum politisk mótafenomen mann heldur ikki fara at ganga her. Hartil eru boðberanna andaligi habitus ov lágur.

Fyri at venda aftur til Knút og Æðuna, so er hovsemi (at hittast) frægara leiðin enn konfrontatiónin/samanstoyturin. Tað er ómetaliga lætt at gerast ósamdur, um ein vil. Tað skal bert tann eini parturin til at gera ósemju. Semjan finst við hovsemi og virðing fyri øðrum hugsjónum. Semja og fólkaræði eru tvinnandi partar av mentan okkara. ”Mann skal ikki stoyta saman”, sum Æðan segið. Men Knút hevði kanska rætt, tá hann spurdi:” Er tað ikki júst tað vit gera? ”.

Nú kann ein siga, at vit praktisera politikk, sum vit sjálvi meta rætt at vera. Vit fylgja okkara samvitsku. Og hetta verður gjørt. Ein kann so spyrja, um hetta er til frama fyri samfelagið sum heild. At hvør tingmaður fylgir sannføring síni. Hetta ger støðuna fløkta, men er ein partur av skipanini. Mær vitandi er eingin valdur á ting, tí hann trýr á Guð. Hvør ger ikki tað í størri ella minni mun.

Her kemur ein í rasshaft við argumentatiónini. Tað sum higartil hevur verið raðfest høgt politiskt glíður afturum til frama fyri einum kjaki, sum eingin endi er á og eingin loysn finst á. Og skal finnast á, kundi eg lagt afturat. Realpolitikkur og trúgv eru ikki mótsetningar (andsagnir). At trúgv ella manglandi trúgv er ein partur av grundarsteininum hjá tingfólki, er teirra sak. Realpolitikkur byggir í roynd og veru á hesi viðurskifti -henda veruleika.

 

Gordon Ejdesgaard er fíggjarstjóri í Grønlendska Heimastýrinum