Føroyski tónleikapallurin kann ofta tykjast eitt sindur klikuttur, fólka í einum geografiskum umhvørvi halda mest saman við sínum egnu. Men á AME búðu allir luttakandi bólkar á sjómansheiminum og gjørdu nógv av at hugna sær saman. Á konsertunum, ið Deja Vu skipaðu fyri á Grand Rock møtti alt ferðalagið upp og stuðlaði hvør øðrum, um dagarnar fór fólk túrar saman t.d. í Bláu Lón og nýggj vinaløg vórðu knýtt. Sunnukvøldið gjørdist eitt sera gott punktum á túrinum. Aftan á konsertina við Lenu, Deja Vu og Makrel, var sera hugnalig veitsla á Grand Rock.