Samanleggingin verður staðfest í nærmastu framtíð

Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu, er væl nøgdur við úrslitið av fólkaatkvøðuni í Leirvík og Gøtu, sum varð avgreidd leygardagin. - Vit fara í nærmastu framtíð at staðfesta, at samanleggingin fer í gildi 1. januar 2009, sigur borgarstjórin, sum ætlar sær at arbeiða meira miðvíst móti samanleggingini, nú fólkið hevur sagt sína hugsan

Nýsetti borgarstjórin í Gøtu, Hans Mourits Foldbo, er væl nøgdur við úrslitið av fólkaatkvøðuni um samanlegging millum Leirvíkar og Gøtu Kommunu. Í samrøðu við Sosialin fyri góðum mánað síðani, gjørdi Hans Mourits tað greitt, at hann sær nógvar fyrimunir við einari samanlegging. Eisini gjørdi hann seg til forsprákara fyri, at sunnari parturin av Eysturoynni gerst ein kommunu í framtíðini.

Hans Mourits vísir á, at bygdaráðini kunnu arbeiða miðvíst fram móti samanleggingini, nú úrslitið er greitt.

- Eg eri væl nøgdur við úrslitið. Talan var um eina vegleiðandi atkvøðu, men tá ið úrslitið er so greitt, kann hon einans metast sum bindandi fyri bygdaráðini. Eg vænti, at vit fara at staðfesta samanleggingina í nærmastu framtíð, sigur Hans Mourits.

Eftir ætlan er næsti fundur hjá bygdaráðnum í Gøtu tann 25. september.

- Eg veit ikki, um vit taka ein eykafund, ella um vit bíða í tvær vikur og hava fundin sum ætlað. Eg fari at tosa við Fríðgerð Heinesen (Borgarstjóri í Leirvík. Blaðm.) seinni í dag, og so fara vit at taka støðu til tað, sigur hann.

Nú úrslitið er greitt, fara bygdaráðini at arbeiða meira miðvíst móti ætlaðu samanleggingini í 2009.

- Sáttmálin um samanleggingina er grundarlag fyri, hvussu vit skulu bera okkum at. Vit fara sum sagt at tosa saman, og so kunnu vit longu nú byrja at samstarva, so at vit sleppa undan dupultíløgum og tílíkum. Vit ætla ikki, at kommununar báðar skulu trekkja seg for og gera stórar íløgur, áðrenn samanleggingin verður veruleiki, eins og vit hava sæð dømi um á Skálafjørðinum, tá ið kommununar vórðu lagdar saman. Vit fara at gera nakrar góðar langtíðar íløgur, men alt verður gjørt við skili.

Um alt gongst eftir ætlan, kemur ein staðfesting í nærmastu framtíð frá bygdaráðunum í Leirvík og Gøtu um, at samanleggingin verður ein veruleiki, og at tey fara at arbeiða fram móti henni.