Samanlegging á skránni í Køge

Tað endaði málleyst, tá Henrik Larsen og Køge um vikuskiftið vóru á vitjan hjá grannunum úr Herfølge. Men meira enn dystin, so tykist tað, sum er tað samanlegging, sum nú aftur er á skránni har um leiðir. Í fjør miseydnaðist ein roynd at leggja feløgini saman, men tað tosið er nú kyknað aftur. Og sambært leiðslunum í teimum báðum feløgunum, so er eingin ivi um, at hetta er einasta gongda leiðin.