Samanlegging hevur bjargað okkum

Høvdu fleiri skúlar ikki verið niðurlagdir seinastu árini, hevði staðið heilt illa til

Síðani 2008 er talið á fólkaskúlum í Føroyum lækkað úr 61 skúlum, niður í 47 skúlar, og næsta ár fer ein burtur av afturat, so tá verða 46 fólkaskúlar í Føroyum.

Tað staðfestir Skúlablaðið

 

Gongdin hevur verið týðilig hesi seinastu árini, nevniliga at skúlar verða lagdir niður kring landið, tí næmingarnir fækkast í tali, og eisini verða einstakir skúlar lagdir saman, skrivar blaðið.

 

- Skúlaárið 2007-2008 vóru 61 skúlar, og hetta skúlaárið eru teir 47 í tali. Næstu árini verða teir enn færri í tali, tí tá verða stórur skúlarnir í Klaksvík lagdir saman, og síðani verða eisini skúlarnir í Sunda kommuna lagdir saman í ein.

 

Tað er serliga teir heilt smáu skúlarnir, sum verða niðurlagdir.

- Skúlarnir, sum hava úr einum upp í 24 næmingar, eru fækkaðir úr 21 skúlum fyri 6 árum síðan, niður í 11 hetta skúlaárið.

 

- Eisini teir skúlarnir, sum hava úr 25 næmingum upp í 49, hava merkt somu minking, tí teir eru fækkaðir úr 12 niður í 5.

 

- Sostatt eru bara 16 skúlar eftir, har næmingatalið er undir 50, samanborið við 33 fyri 6 árum síðan.

 

- Sum gongdin í fólkatalinum er, er einki at ivast í, at aðrir av teimum smæstu skúlunum eisini verða niðurlagdir næstu árini, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

 

- At skúlarnir eru fækkaðir, merkir, at 10-15 milliónir krónur ikki longur verða brúktir til teir smáu skúlarnar, staðfestir hann.

 

- Tá ið størri skúlar verða lagdir saman, verða pengar ikki spardir í sama mun, tí teir smáu skúlarnir eru væl dýrari at reka fyri hvønn næming enn teir stóru.

 

Men tann peningurin, sum er spardur, hevur ikki verðið brúktur til at gera ábøtur aðrastaðni í skúlaskipanini.


 

- Støðan er heldur, at í sama tíðarskeiði, sum smáu skúlarnir eru niðurlagdir, hevur játtanin til fólkaskúlan á fíggjarlógini staðið í stað, tí lagt er ikki upp fyri lønarvøkstri, vaksandi pensjónsútreiðslum ella nýggjum virkisøkjum, sigur Herálvur Jacobsen.

 

- Av tí sama er tímatalið í fólkaskúlanum munandi lækkað, og talið av ársverkum samsvarandi.

 

- Fólkaskúlin koyrir avgjørt á lægsta blussi, soleiðis at minstukrøvini til tímatal í fólkaskúlalógini so dánt verða hildin.

 

- Vit kunnu siga, at ein grundin til, at vit enn kunnu halda minstu krøvini, er, at smáu skúlarnir eru niðurlagdir.

 

- Teir smáu skúlarnir hava tikið broddin av ringastu árinunum av sparingunum á fólkaskúlaøkinum, men nú smærru skúlarnir longu eru fækkaðir í stórum tali, er ivasamt, hvussu leingi vit kunnu dúva upp á tað, spyr formaðurin í Lærarafelagnum.