Samanlegging gongur eftir ætlan

Samráðingarnar um samanlegging av suðuroyarfeløgunum í fótbólti halda fram. Áður hava boðini verið, at málið er at fáa eina samanleggingarætlan fyri eykaaðalfundirnar hjá VB/Sumba og TB seinast í hesum mánaðinum, og tann ætlanin tykist halda. - Nevndirnar halda fram við sínum arbeiði í málinum. Og vit rokna framvegis við, at málið kann koma fyri ein eykaaðalfund um mánaðarskiftið, sigur Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba