Jólahýrur
Sólrun Johannesen í Æðuvík sigur, at hugskotið at gera so nógv burtur úr bygdini í jólamánaðinum er sprottið úr práti millum bindiklubbakonur í Æðuvík.
- Flestu konur í bygdini eru við í bindiklubbanum, og eftir at bygdin í 2001 varð kosin at vera best røkta bygd í Føroyum, fóru vit at tosa um, hvat vit annars kundu finna uppá. Í Æðuvík er ógvuliga gott samanhald og ein slíkur heiður, sum at vera kosin til best røktu bygd, skapar enn størri samanhald.
Hon sigur, at tá ið hugskotið um at gera serliga nógv burtur úr at pynta bygdina til jólar, kom upp at venda, tóku fólk beinanvegin undir við hesum.
- Vit tosaðu saman, eisini við tey, sum ikki eru knýtt at bindiklubbanum, og øll vóru samd um at gera nakað við hetta.
Sólrun sigur, at øll bygdin stendur saman um at pynta til jólar, og tað er líkasum, at hvør roynir at gera meira enn annar.
- Tað eru trý ár síðan, at vit fóru undir hetta tiltak, og á hvørjum ári er bygdin vorðin pyntað meira og meira. Í ár hava fleiri keypt sær ymiskar lýsandi "figurar", sum settir eru upp á húsaveggirnar. Hini árini hava hesir í størri mun verið heimagjørdir. Keyptu "figurarnir" eru vakrari, og teir pynta nógv um - aftrat øllum tí, sum vit frammanundan hava í vindeygunum og uppi á húsunum.
Hon sigur, at hópur av fólki úr ymiskum heraðshornum vitja bygdina í jólamánaðinum.
- Men hetta hevur ikki verið nakar trupulleiki, tí Æðuvík liggur við endan av vegnum ? og við ongari gjøgnumkoyring, ið kann elva til trupulleikar, sigur Sólrun.
Sólrun sigur, at tá ið tey fingu hugskotið at pynta bygdina til jólar, hugsaðu tey, at Æðuvík er ein passaliga lítil og avmarkað bygd til eitt slíkt tiltak.
- Eg vil siga, at serliga børnini eru púra "vekk" í øllum hesum, og hetta er sjálvsagt eisini til miklan hugna og stóra gleði fyri okkum vaksnu, sigur Sólrun Johannesen at enda.
Hvørt einstakt húski í Æðuvík ber kostnaðin av tí, tey gera, men øll bygdin stendur saman um Jesusbarnið, Mariu og Jósef, sum standa og lýsa við minnisvarðan.