Samanhald og trivnaður

-Umframt tann bókliga partin í lestrartíðini eru samanhald og trivnaður kanska tey mest týðandi helt forkvinnan í LFÚ fyri, tá hon setti ítróttar- og mentunardagin í gjár

Tiltøk

Í gjáramorgunin varð ítróttar- og mentanardagurin fyri næmingar í miðnámsskúlunum og hægri skúlunum settur á Vaglinum í Havn. Tað var forkvinnan í LFÚ, Turid Christophersen, sum setti dagin. Eftir tað fóru næmingarnir til tey tiltøk teir høvdu valt sær. Og her var nógv at velja í: list, politikkur, sjónleikur, yrkisskriving, tónleikur, aerobics, borðtennnis, bowling, bridge, dart, kurvabóltur, fótbóltur, svimjing, talv, tennis og fjølmiðlar. Tiltøkini fóru fram ymsa staðni í Havnini og endaðu á Tórsvølli, har Poul Michelsen handaði heiðursmerki til tey umleið 1200 fólkini úr miðnámsskúlum og hægri skúlum kring landið.

Fyrr hevur dagurin verið hildin sum ítróttardagur men er mentanin nú komin aftrat. Fyrr vóru tað Studentaskúlin og Handilsskúlin, sum skipaðu fyri, men tá var tað so onkur, sum fekk hugskotið at biðja Landsfelag Føroyinga í Útbúgving, sum hevur skrivstovu og fólk, til at taka sær av tiltakinum. Tað hava tey gjørt við gleði og hava brúkt nógva tíð og orku til tess.

Í sambandi við Ítróttar- og Mentunardagin verður konsert í Badmintonhøllini leygarkvøldið 28. september, har ymiskir tónleikabólkar spæla.

Vit prenta her røðuna, sum forkvinnan í LFÚ helt á Vaglinum í gjár:

-Hetta er tann dagurin í okkara skúlaári, har vit sum næmingar kunnu møtast og hugna okkum saman, samstundis, sum vit møtast og koma at kenna hvønn annan. Eru við til eitt tiltak, sum onkusvegna hevur okkara áhuga. Tað er hendan samanseting, sum er reyði tráðurin, fyri ítróttar- og mentunardagin 2002
Landsfelag Føroyinga í Útbúgving er okkara felag. Ert tú lesandi er tað títt felag. Tað hevur til endamáls at virka fyri tínum áhugamálum og fyri at betra um korini hjá tær.
Tá vit hugsa um okkara lestartíð, og hvat vit fáa tíðina at ganga við, er ein partur tann bókligi ? skúlating. Her kenna vit nokk okkum øll aftur, men vit skulu ikki gloyma mest umráðandi partin ? samanhaldið.

Hetta er parturin, ið er við til at skapa trivnað. Hava vit ikki tað, verða okkara lestarár minni hugalig - fyri ikki at siga ótolandi. Hetta er tí eisini ein patur, sum LFÚ hugsar um.
Og hevur tí valt at skipa fyri ítróttar- og mentunardegnum í ár. Tað merkir, at næmingar frá øllum skúlum í Føroyum, á ein ella annan hátt hava haft ávirkan á dagin, ein patur av hesum næmingum hava, dag og nátt í longi tíð, kýtt og strekt seg fyri at fáa leysu og føstu endarnar til tiltakið at hanga saman.
Er fari at enda við byrjani, og við hesum siga takk til øll sum hava gjørt tiltakið møguligt. Havið ein góðan dag.