B36 og HB spældu eina av minnaligastu steypafinalunum í nýggjari tíð, tá grannarnir um vikuskiftið brustu saman á Tórsvølli. Spennandi dysturin bleiv avgjørdur við brotssparkskapping, har B36 var stinnari tá avtornaði.
Árni Gregersen tosaði seinnapartin í dag við Jákup á Borg, venjara hjá B36, nú tveir dagar eru farnir síðan hann kundi síggja sítt lið vinna steypafinaluna. Spurdur um hvat tað var, ið gjørdi at B36 vann dystin, vísir venjarin á samanhald og hepni.
- Tað er tað samanhaldið, ið hesir spælararnir vísa. Hvussu nógv teir vilja gera fyri hvønn annan, hvussu nógvar metrar teir vilja renna fyri hvønn annan, Tað haldi eg er tað, ið stendur mest eftir í minninum hjá mær, um eg skal lýsa tað stutt, sigur Jákup á Borg og leggur afturat.
- Sjálvandi skal eitt sindur av hepni til. Men vit hava følt hvussu vit hava verið óhepnir í størsta partinum av landskappingini. Men blívur man við at stríðast og blívur man við at søkja sigrar og alt tað ymiska, so fyrr ella seinni verður tað hepni, ið kemur við okkum. Tað var tað so í gjár.
Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra alla samrøðuna við Jákup á Borg í tíðindunum á Rás1.










