Samandráttur: Páll Klettskarð hetjan í Klaksvík

(Kykmyndir) Her ber til at síggja málið hjá KÍ og stóru møguleikarnir hjá Víkingi

KÍ vann í dag 1-0 á Víkingi í 2. umfari í Effo-deildini. Páll Andrasson Klettskarð skoraði málið tíggju minuttir fyri. Sum samandrátturin vísir, so vóru møguleikar til fleiri mál í dystinum.

 

Les eisini: Sólin skínur á KÍ og NSÍ

 

KÍ hevur nú fult stigatal saman við NSÍ og B36, meðan Víkingur einki stig hevur saman við Skála og ÍF.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin frá dystinum.

 

KÍ-Víkingur 1-0 (0-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 80.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tóri Justesen - Atli Danielsen (Ivan Joensen, 85.), Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør - Álvur F. Christiansen (Johan Jacobsen, 71.), Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein (Ísak Simonsen, 90.)

 

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen

 

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen

 

Gult kort: Filip Djordjevic