Samandráttur: KÍ – TB 2-3

(Sjónbandsbrot) Her ber til at síggja ein samandrátt frá landskappingardystinum millum KÍ og TB, sum varð spældur í gjár. TB vann dystin 3-2.

 

KÍ hevur framvegis ikki vunnið undir leiðslu av nýggja venjaranum Eyðun Klakstein, meðan TB hevur fingið lív í vónina um at yvirliva í bestu deildini. Tað var greitt, eftir at Poul Ingason átta minuttir fyri tíð tryggjaði TB sigurin móti KÍ í Klaksvík í gjár.

 

Serliga søtur mundi sigurin verða fyri Páll Guðlaugsson, venjari hjá TB. Hann var fyrr í ár koyrdur frá sum venjari hjá KÍ.

 

Samandrátturin kann síggjast við at trýsta HER.

 

(Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar)

 

Úrslit:

KÍ-TB 2-3 (1-1)

1-0: Heðin Klakstein 9.

1-1: Poul Ingason 17.

1-2: Arthur Poulsen 51.

2-2: Sørmundur Kalsø 64.

2-3: Poul Ingason 82.

Dómari:  Petur Reinert

 

KÍ: Menhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein (Ísak Simonsen, 86.), Ivan Joensen (Henry Heinesen, 61.) – Álvur F. Christiansen (Kristoffur Jakobsen, 74.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Sørmundur Kalsø

 

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Eirikur Magnusarson –  Poul Ingason,  Babacar Ndiour,  Ndende Adama Guéye, Nicky Ferenc Divedrdics -  Arthur Poulsen (Ragnar Tausen, 77.)

Gult kort: Babacar Ndiour, Óli Johannesen, Poul  Ingason