Samandráttur frá NSÍ-HB

Video: Her er samandrátturin frá dystinum millum NSÍ og HB

NSÍ og HB deildu stigini, tá tey hittust við Løkin í dag. NSÍ dragaði sostatt í oddastríðnum, meðan HB nú hevur trý stig upp til fjórða plássið og B36.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Størsta møguleikan í dystinum fekk toppskjúttin, Klæmint A. Olsen, tá NSÍ fekk brotsspark. Teitur M. Gestsson bjargði brotssparkinum og HB eitt stig.

 

Í dag

KÍ-TB 4-0

Víkingur-Skála 4-0

NSÍ-HB 0-0

B36-ÍF 4-1

AB-B68 5-0

 

Stigatalvan:

KÍ 50

Víkingur 46

NSÍ 43

B36 38

HB 35

ÍF 25

TB 20

Skála 17

AB 9

B68 7