(Sjónbandabrot): Her ber til at síggja ein stuttan samandrátt frá íslendska sjónvarpinum um dystin millum ÍBV og HB, sum endaði við 1-1 javnleiki.
Jóhan Troest Davidsen skoraði málið fyri HB í seinna hálvleiki, eftir at ÍBV hevði lagt seg á odda í fyrra hálvleiki. Hetta er fyrri dysturin millum liðini í Europa League. Seinni dysturin verður á Tórsvølli hósdagin.
Samandrátturin kann síggjast undir greinini.
ÍBV-HB 1-1 (1-0)
Á Hásteinsvølli í Vestmannaoyggjunum hósdagin 4. juli 2013 kl. 21.30
Dómarakvartett úr Ungarn: Ádám Németh, Zsolt Attila Szpisjak, Zsolt Varga og Zsolt Szabó
1-0: Gunnar Már Guðmundsson 16.
1-1: Jóhan Troest Davidsen 65.
ÍBV: David James - Arnór Eyvar Ólafsson, Eiður Aron Sigurbjörnsson, Brynjar Gauti Guðjónsson, Matt Garner - Tonny Mawejje, Gunnar Þorsteinsson (Arnar Bragi Bergsson, 81.), Ian Jeffs, Gunnar Már Guðmundsson, Víðir Þorvarðarson, Aaron Spear (Bradley Simmonds, 81.).
Gult kort: Ian Jeffs
HB: Teitur M. Gestsson Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Santos Heini Vatnsdal (Tróndur Jensen, 81.), Fróði Benjaminsen Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Kristin R. Mouritsen Bárður J. Heinesen (Pál Mohr Joensen, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum
Gult kort: Jógvan Rói Daviden.










