Samandráttur av minniligi frásøgnini í Montenegro (FM1)

(FM1) Hoyr ein samandrátt av Montenegro-Føroyar 24-24 (10-15). Sjúrður H. Hoydal segði frá á FM1

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Gunnar Djurhuus fóru gjøgnum alla kensluskrásetingina, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk ein minniligan 24-24 javnleik í EM-undankappingardystinum ímóti Montenegro í Podgorica.

 

Fyrst var talan um ein framúrskarandi fyrra hálvleik har Føroyar vóru á odda 15-10. Síðani var ein lang og tung løta í seinna hálvleiki, har føroyska liðið í 19 minuttir bert skoraði trý mál.

 

Og so vóru tað seinastu tríggir minuttirnir. Føroyar vóru aftanfyri 21-24, og frásøgumaðurin hálvgum avskrivaði dystin, men so hendi nakað.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og njótið ein samandrátt av dystarfrásøgnini hjá Sjúrði H. Hoydal og Gunnari Djurhuus. Á ljóðfíluni hoyrist eisini ein ógvuliga gleðilig samanumtøka aftaná seinasta bríksl. 

 

Leygardagin klokkan 15.10 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum millum Føroyar og danska hondbóltsrisan á FM1.