Samanbrestur við 50 km/t - sum at detta út av 3. hædd

Í einum heitum og góðum bili er so lætt at undirmeta ta álvarsligu hóttandi styrki, sum tann nógva ferðin ber í sær, um og tá ið ein vanlukka rámar. Um vit sammeta megina í einum samanbresti við 50 km/t, so samsvarar hon við at tú dettur út av 3.hædd í einum húsum og niður á asfaltið. Vit mugu øtast - bert við hugsanina.

Ferðslutrygd



Tað er kanska lætt at fata, hví vit undirmeta, at ein vanlukka kann standast av bilkoyring, tí tað er jú lítil vandi fyri at verða skaddur ella doyggja hjá tí einstaka bilføraranum, sum bert koyrir frá A til B. Men hesin trupulleiki verður harafturímóti stórur, tá hugsað verður um allar íbúgvar landsins. Løgið kortini, at vit dagliga tora at undirmeta ta øgiligu "fall-styrki", sum er fjald í einum bili, ið bert koyrir 50 km/t


Brúka trygdarbeltini

Men sjálvt um henda "fall-styrkin", ið verður fleiri ferðir størri tá ferðin veksur, dagliga liggur mestsum og lúrir í bilinum, tá ið vit koyra, so eru tað tó mong, ið tora at sita enntá við t.d. ongum trygdarbelti. Vit kunnu í hesum viðfangi nevna, at nágreiniligar vitskapligar kanningar eisini hava staðfest, at avleiðingarnar av eini ferðsluvanlukku verða helvtina minni hjá tí sum brúka trygdarbeltið.



Kelda: Petur J.Sigvardsen RFF